Neistin

Føroyskt hondbóltsfelag
Neistin vann steypafinaluna hjá kvinnum 9. februar 2013 móti VB. Tær vunnu 27-24. Á myndini sæst Rakul Augustinussen við steypinum.
Neistin í Sunsetdeildini í dysti móti VB 6. mars 2011 í Vágshøll. Neistin vann dystin 33-26.
Neistin - VB dreingir 16 ár í Vágshøll í desember 2011.

Hondbóltsfelagið Neistin í Havn varð stovnað 21. mars 1931. Í apríl 2011 vunnu bæði mans- og kvinnuliðini hjá Neistanum føroyameistaraheitið. Tað ver fyrstu ferð síðan 1978, at bæði liðini hjá Neistanum vunnu føroyameistaraheitið sama kappingarár.[1] Í februar 2013 vunnu kvinnurnar hjá Neistanum steypakappingina.[2]

SteypavinnararRætta

Steypakappingin í hondbólti hevur verið fyriskipað í Føroyum síðan 1985 fyri menn og síðan1987 fyri kvinnur. Neistin hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir, bæði hjá kvinnum og monnum.

Neistin kvinnur í SteypakappinginiRætta

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 12 ferðir: 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 2006 og 2012.[3]

Neistin menn í SteypakappinginiRætta

Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið Steypakappingina í hondbólti 6 ferðir: 1992, 1994, 2009, 2010, 2011 og 2012.[4]

FøroyameistararRætta

Neistin kvinnur í FMRætta

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 38 ferðir: 1943, 1946, 1948, 1952, 1953, 1954, 1955, 1956, 1957, 1959, 1966, 1967, 1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1975, 1978, 1979, 1980, 1982, 1983, 1984, 1985, 1986, 1987, 1988, 1989, 1990, 1992, 1994, 1995, 1996, 1997, 2011 og 2012.[5]

Neistin menn í FMRætta

Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið FM 8 ferðir: 1949, 1953, 1955, 1978, 2000, 2008, 2010 og 2011.[6]

Neistin fyrsta føroyska hondbóltsfelag sum kom víðari í EuropaRætta

Í 2011 spældi Neistin tveir altjóða dystir móti A C Latsia frá Kypros. Fyrri dysturin varð leiktur á Kypros 4. september 2011, Neistin vann tann dystin 17-30. Seinni dysturin varð leiktur í Høllini á Nabb hin 11. september 2011. Neistin vann heimadystin 37-25. Í alt var úrslitið: Neistin – A.C. Latsia 67 – 42 (37-25) (30-17). Næsta liðið, ið Neistin skal spæla ímóti verður Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í 2010.[7] Teir sum vóru við í hópinum tá teir leiktu útidystin vóru hesir: Eirikur Magnussen, Bogi Henriksen, Jugoslav Djumich, Andrias Nielsen, Heini Hanusarson, Sjúrður K. Thomassen, Guðfinnur Thorsteinsson, Carl Herup Olsen, Finnur Hansson, Eddie Joensen, Áki Mørk, Teitur Magnusson, Rósing Rasmussen, Josef Abrahamsen, Ári Dam, Bartal T. Kamban og Jón Ludvig.[8]

Hópurin hjá Neistanum í Sunsetdeildini (kvinnur) 2012/13Rætta

Venjari hjá Neistakvinnum í Sunsetdeildini eru Kári Horn, hjálparvenjari er Jákup Hanusson. (Plássini niðanfyri eru tilvildarlig uttan hjá málmonnunum, hetta tí at fyrimyndin til talvuna er úr fótbóltinum, og tað er ringt at finna útav, hvør ið leikar sum verjuleikari og hvør sum álopsleikari í hondbólti).

No. Pláss Leikari
1   Silja í Liða
3   Ve Ása Dam á Neystabø
4   Ve Birita Jacobsen
5   Ve Eir Martinsdóttir Berg
7   Ál Barbara Brauer
9   Ve Bára Hansen
10   Ve Marjun Falkvard Danberg
No. Pláss Leikari
11   Ál Birita Wardum
16   Maria Svabo Samuelsen
17   Ál Barbara Johannesen
18   Ál Unnur Danielsen
23   Ál Rakul Augustinussen
75 Ve Nicoleta Radu Hansen
77   Ve Jacklin Djurhuus

Hópurin hjá Neistanum í Atlantic Airways kappingini (menn)Rætta

Venjarir eru Áki Mørk og Ári Rouch. Hópurin er dagførdur í 2011/12.

No. Pláss Leikari
  Ári Dam
  Bartal T. Kamban
  Mikkjal Hansen
  Ve Áki Petersen
  Ve Teitur Magnusson
  Ve Jón Ludvig
  Ve Sjúrður Thomassen
  Ve Jákup Hentze Apol
  Ve Josef Abrahamsen
  Ve Heini Hanusarson
  Ál Guðfinnur Thorsteinsson
No. Pláss Leikari
  Ál Andreas Nielsen
  Ál Áki Mørk
Ál Jugoslav Djumic
  Ál Beinir í Ó. Davidsen
  Ál Eddi Joensen
  Ál Andrass Joensen
  Ál Jóhan Kristiansen
  Ál Finnur Hansson
  Ál Herbjørn Lava
  Ál Jacob Joensen
  Ál Terji Mørk

Venjarar hjá kvinnunumRætta

  • Kári Horn
  • Kári Durhuus
  • Sigrun Mikkelsen
  • Birgir Hansen - til januar 2012

StovnararRætta

  • Petra Rein
  • Jenny Rein
  • Edil Djurhuus
  • Helge Michelsen
  • Andreas Mouritsen
  • Hanna Mouritsen
  • Borghild Evensen
  • Anna á Lag
  • Sanna á Lag

KeldurRætta

  1. Sportal.fo
  2. Sportal.fo Neistin er steypavinnari
  3. HSF.fo Vinnarar – kvinnur
  4. HSF.fo Vinnarar – menn
  5. HSF.fo Sunset – kappingin
  6. HSF.fo Atlantic Airways – kappingin
  7. Sportal.fo, Avgreiðsluspurningur
  8. Neistin.fo, Neistamenn vunnu 30-17 móti A.C. Latsia
  • Neistin 50 ár. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 1, 1981.

SlóðirRætta

Sí miðlasavnið