Madeira
Landafrøði

Vídd 801 km²

Umsiting
Land Portugal Portugal
Íbúgvalæra
Fólkatal 267 785 (2011)
Íbúgvatættleiki 308,5 /km²

Madeira liggur 600 km vestanfyri Marokko. Hóast tað eru 1000 km til høvuðsstaðin í Portugal, Lissabon, hoyrir Madeira til Portugal eins og Asorurnar, ið liggja 1300 km vestur úr portugisiski strondini. Oyggjaflokkurin Madeira – tí talan er í veruleikanum um 8 oyggjar: sjálv Madeira, Porto Santo, Ilhas Desertas og Ilhas Selvagens – liggur í ein útsynning úr Portugal, norðan fyri Kanarisku Oyggjarnar og vestan fyri Marokko og hevur eitt tað mest støðuga veðurlagið í heiminum við meðaltemperaturum upp á 20 °C í januar-februar til 25 °C í juli/august. Bert á sjálvari Madeira og Porto Santo býr fólk, meðan hinar oyggjarnar eru óbygdar. Á Madeira, sum er 741 ferkilometrar til støddar, búgva 255.000 fólk og á Porto Santo (42 ferkilometrar) 4500, so fólkatættleikin er høgur – á Madeira 337 fólk fyri hvønn ferkilometur. Av hesum 255.000 fólkunum á sjálvari Madeira búgva yvir 2/3 í høvuðsbýinum Funchal. Madeira er partur av Portugal, og fólkið, har býr, er sostatt portugisar. Madeira er kent fyri sítt góða veðurlag, sína vøkru flora og fyri heitvínið Madeira.

Málið er portugisiskt, men nógv fólk duga væl enskt sum ein fylgja av tí tætta sambandi við Stórabretland gjøgnum tíðirnar og upp á grund av ferðavinnuni, sum er týdningarmesta vinnugreinin á oynni. Av uppruna eru oyggjarnar vulkanskar sum Føroyar, og eru í veruleikanum topparnir av einum 6,5 km høgum sløktum gosfjalli, sum stendur á botninum av Atlantshavinum. Tá ið portugisar komu til oyggjarnar umleið 1420, vóru tær óbygdar og so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi – Madeira merkir skógaroyggin. Tey fyrstu niðursetifólkini vóru prestar, bøndur og munkar. Til at gera tað harða arbeiðið vóru trælir tiknir í Afrika og Kanarisku oyggjunum, og tað eru teir, sum hava gjørt tær víðakendu vatnveitingarnar, levadurnar, á suðursíðuni av oynni.

Í dag er Madeira ein tann mest framkomni parturin av Portugal, fyrst og fremst vegna ferðavinnuna, við einum slagi av heimastýri og egnum lokalflaggi. Teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í Lissabon. Tann portugisiska stjórnin hevur ein umboðsmann á Madeira. Madeirabúgvar senda fimm umboð til tjóðartingið í Portugal.

Søga rætta

Tað fyrsta vit vita um Madeira er, at oyggjarnar eru nevndar í einum sjókorti frá Genova í Firenze í Italia. Hetta kortið er frá 1351. Annars siga sagnir, at bæði kartagarir, fønikarnir og rómarnir kendi oyggjarnar um ár 0. Í 1400 árunum gjørdist Portugal ein av fremstu siglandi tjóðum. Men tað var av tilvild, at portugisarnir, sum kannaðu vestursíðuna av Afrika endaðu á Madeira. Hetta komst av tí, at teir vóru farnir av kós og sostatt viltust til oynna. Árini eftir kanna portugisar oyggjarnar nærri, og í 1420 gera portugisar krav uppá oyggjabólkin Madeira.

Búskapur rætta

Á Madeira er ferðavinnan høvuðsvinnan. Ferðavinnan er gomul á Madeira, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði mitt í 1960'innum. Tað koma yvir ein hálv millión ferðafólk til Madeira um árið. Eisini útflytur Madeira blómur, Madeiravín, bananir, ymsa kurva flætting og hond seymaðar vørur.

Landafrøði rætta

 
Strondin í Porto Santo.

Portugisisku oyggjarnar Madeira, liggja út fyri eysturstrond Marokko, og har búleikast umleið 270 000 fólk. Madeira er 57 km long og 22 km breið har hon er breiðast. Madeira er 741 ferkilometrar til støddar. Tað vil siga, at Føroyar eru tvær ferðir størri enn Madeira. Á Madeira búgva umleið 267 000 fólk harav umleið helvtin býr í høvuðsstaðnum Funchal. Til Madeira oyggjabólkin hoyra eisini aðrar minni oyggjar. Bert á tí eini Porto Santo búgva fólk. Á hinum oyggjunum arbeiða vísindamenn, serliga er tað lívfrøðin, ið hevur teirra áhuga. Allur oyggjaflokkurin Madeira er tilsamans 796 ferkilometrar. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Ber oyðimarkar líknandi økir eru eisini.

Veðurlagið rætta

 
Høvuðsstaðurin á Madeira er Funchal.

Madeira hevur eitt subtropisk veðurlag, sum minnir nógv um veðurlagið á teimum Kanarisku oyggjunum. Av tí at Madeira liggur í Atlantshavinum uttanfyri Marokko ger, at tað ikki er so stórur munur á teimum høgu hitastigunum, sum eru um summari og teimum lægstu hitastigunum, sum eru um veturin, tí er tað eitt milt veðurlag á Madeira. Tað sjáldsama og framúrskarandi veðurlagið gevur einastandandi eginleikar til vøksturin av eksotiskum plantum, runnum og litríkum blómum, sum vaksa runt allastaðni. Um summari er veðrið næstan altíð heitt og sólríkt á Madeira. Hitin liggur millum 23 og 27 °C, men hitin kann eisini koma uppum 30 °C. Sjálvt um náttina fer hitin ikki niður um 17 til 18 °C. Tann frískliga havluftin, sum er á Madeira ger, at hitin ikki verður óbehagiliga høgur mitt á degi. Men tað kann koma fyri, um vindur kemur frá Afrika, tá kann tað blíva sera heitt.

Tað regnar lítið og onki um summari á Madeira, ikki fyrr enn síðst í septembur byrjar tað at regna. Um heysti er veðrið framvegis lýtt og gott, men møguleikin fyri illveðrið er størri enn um summari. Heilt inn í novembur er hitin um dagin um 20 °C, og tað eru framvegis nógvir sólskinstímar, tí oyggin liggur nokk so langt suðuri. Men tað regnar eisini nokk so nógv í novembur. Um veturin kann tað regna nokk so illa, serliga í fjøllunum og á norðurstrondini á Madeira. Tað kunnu eisini verða dagar har tað er yvirskíggjað og nógvur vindur. Sum heild so hevur Madeira eitt sólríkt veðurlag, har tað í miðal eru 5-6 sólskinstímar um veturin og 7-8 tímar um summari. Tann kaldasti temperatururin er 19 °C. Um várið verður tað aftur turrari í veðrinum á Madeira. Tað verður meira sólríkt og heitari, serliga aftaná mars mánað, í mai mánað fer hitin yvir tey 20 °C aftur.

Jarðfrøði rætta

 

Jarðfrøðingar meina, at Madeira bleiv til fyri 20 milliónum árum síðani. Tøtt gos úr gosfjøllum á havbotninum hava trýst oynna Madeira upp úr Atlantshavrygginum. Fyri 1,7 milliónum árum síðani kólnaðu gosfjøllini, og tey góvust heilt at goysa fyri 400.000 árum síðani. Øll hesi árini síðani, hava veður og vindur skapt jarðarslit. Hetta hevur spakuliga skapt tær oyggjar vit nú kenna. Orsøkin til, at vit hava ein gosrygg mitt í Atlantshavinum er tí, at vit hava tektoniskar plátur og tektoniskar rørslur. Ástøðið um tær tektonisku pláturnar sigur í stuttum, at tilfarið í kápuni melur í ring. Skorpan á jørðini liggur uttan á kápuni, og verður tí flutt av konvektsiónstreymunum í kápuni. Skorpan liggur sum eitt skal uttanum kápuna. Talan er ikki um eitt heilt skal, sum liggur um alla jørðina, men um fleiri petti, sum flyta seg eftir hvørjum øðrum. Hesi petti ella plátur verða róptar tær tektonisku pláturnar. Hesar plátur flyta seg frá, hvørjum øðrum summastaðni, meðan tær renna saman onkra aðrastaðni. Eisini eru plátur, sum flyta seg síðuvegis. Millum hesar plátur hava vit millum annað eldgos og jarðskjálvtar. Tá ið pláturnar flyta seg frá hvørjari aðrari, kemur ein stór riva í. Úr hesi rivuni sprænir lava upp úr kápuni, sum hevur við sær, at rivan ella holið tettist aftur. Á hesum støðum verður nýtt lendið til, ella her verður bygt upp. Tað er soleiðis at Madeira er blivið til.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið