Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Lissabon
Uppruna navn: Lisbon
Land: Portugal
Vídd: 84.92 km²
Íbúgvar (2011): 545 245
fyri km²: 6.421
Heimasíða: www.cm-lisboa.pt

Lisboa er høvuðsstaður og størsti býur í Portugal. Á føroyskum verður býurin ofta nevndur Lissabon, men hetta er týska heitið fyri býin, eins og vit nevna København Keypmannahavn, og eingilskmenn nevna Firenze Florence.

Belém Tower, Lissabon

Í 1755 var ein stórur jarðskjálvti, sum legði miðbýin í oyði. Í kontrast til gomlu sjarmerandi og labyrintisku býarpartarnar Alfama og Bairro Alto, sum liggja ávikavist eystan- og vestanfyri er miðbýurin Baixa merktur av neyvari býarplanlegging, stásiligum bygningum og beinum linjum og vinklum. Lissabon var stórur og ríkur strandabýur. Eftir jarðskjálvtan tók tað mong ár at byggja býin uppaftur til tað, hann áður var.

Jarðskjálvti í Lissabon rætta

Jarðskjálvtin í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon í 1775 var versta náttúruvanlukka í Evropa í 18. øld. Ímeðan túsundtals fólk vóru savnað til messu í kirkjunum allahalgannadag, fóru ógvisligir skjálvtar um býin í 15 ræðuligar minuttir. Tveir triðingar av øllum húsum, stórum og smáum, toftunum. Pombal stóð á odda fyri endurreisingini. Hann nýtti gull og silvur úr ríka portugisiska hjálandinum Brasil at fíggja arbeiðið við.

Jarðskjálvtin í Lissabon gjørdi, at fyrst dró alt vatnið út úr Tejoá. So kom ein øgilig flóðalda niðan ígjøgnum ánna og legði inn yvir forstaðirnar. Í nógvar dagar eftir skjálvtan var ymsastaðni eldur í býnum.

Alfama rætta

Elsta økið í býnum, har tú framvegis finnur miðaldarlig pláss og pláss, ið eru ávirkað av arabunum. Í gomlum døgum var Alfama økið, har tey fínu fólkini búðu, men eftir jarðskjálvtan í 1755 gjørdist tað arbeiðarakvarter. Nógvar gøtur eru so smalar, at bilar fáa ikki koyrt, og aðrastaðni er bilkoyring ómøgulig, av tí at brøttu gøturnar gjørdar til trappur.

Eyðkendi sangstílurin fado hevur sín uppruna í Alfama; klagandi sangurin er ofta um saknaðar ella sjólátnar sjómenn, sum sum vera man ofta búðu í hesum arbeiðarakvarterinum, og í Mouraria, ið nú er so samansmeltað við Alfama, at ilt er at siga, hvar annar býlingurin endar, og hin byrjar.

Tað er í Alfama, tú finnur miðaldarborgina Castelo de São Jorge og vøkru kirkjuna Graça.

Bairro Alto rætta

Bairro Alto (navnið merkir "høgi býlingurin") er eins lokkanetkent og Alfama. Men har Alfama er arbeiðarakvarter burturav, er Bairro Alto eitt bohemekvarter, har tey ungu og kulu búgva og hittast. Her yður í hippum handlum og lekrum matstovum, og hetta er eisini staðið, har fólk hittast fyri at fara í býin á smáu barrunum og spælistøðunum. Eitt vanligt vikuskiftiskvøld kunnu gøturnar vera eins pakkaðar við vælhýrdum fólki og havnargøtur á Ólavsøku.

Chiado rætta

Bairro Alto er samansmeltað við fínara økið Chiado, sum er úrslitið av endurbygging í 18. øld. Frá Chiado ber til at fara við elevatorinum Elevador de Santa Justa niður til Baixa (navnið merkir "lágt"). Elevatorurin er partur av almenna flutninginum í býnum.

Baixa rætta


Keldur rætta

  • Hole, Abigail og Charlotte Beech: Portugal. Lonely Planet (2005)
  • Jalser, Nina: Turen går til Lissabon. Politiken (2002)

Slóðir rætta

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið