Svøríki í Eurovision Song Contest
Svøríki hevur luttikið í Eurovision Song Contest 55 ferðir, síðani landið luttók á fyrsta sinni í 1958. Svøríki hevur verið við hvørt ár uttan í 1956, 1957, 1964, 1970 og 1976. Síðani 1959 hevur svenski sangurin verið valdur í gjøgnum eina svenska sjónvarpssangkapping, sum síðani 1967 er kend sum Melodifestivalen. Svøríki er eitt av londunum við besta úrslitinum yvirhøvur í kappingini, og hevur vunnið 6 ferðir, í 1974, 1984, 1991, 1999, 2012 og 2015.
Svøríki | |
---|---|
Sjónvarpsstøð |
Sveriges Television (SVT) Fyrrverandi limir
|
Tjóðarútveljingarkapping | Melodifestivalen |
Framførslur | |
Framførslur | 55 (54 finalur) |
Fyrsta framførsla | 1958 |
Besta úrslit | 1. pláss: 1974, 1984, 1991, 1999, 2012, 2015 |
Vánaligasta úrslit |
Síðstapláss: 1963, 1977 Null stig: 1963 |
Slóðir | |
SVT Almenn heimasíða | |
Svøríki-síðan á Eurovision.tv |
Fyrsta íkastið til kappingina var Alice Babs í 1958, ið endaði á fjórða plássi. Hetta var besta støða teirra til 1966, tá Lill Lindfors og Svante Thuresson endaðu á øðrum plássi. Fyrsti sigur Svøríkis í Eurovision var í 1974, tá ABBA vann við sanginum "Waterloo". Eftir sigurin í Brighton, Onglandi, gjørdist bólkurin heimskendur og ein av bestseljandi poppbólkum í heiminum.
Í 1980-árunum endaði Svøríki tríggjar ferðir í topp-3. Carola endaði á triðja plássi í 1983, The Herreys vann annan sigur Svøríkis í 1984 við sanginum "Diggi-Loo Diggi-Ley", og Kikki Danielsson endaði somuleiðis á triðja plássi í 1985. Carola vendi aftur í Eurovision í 1991 har hon vann triðja sigur Svøríkis við sanginum "Fångad af en stormvind". Tá atkvøðurnar høvdu verið upptaldar, høvdu Svøríki og Frakland líka nógv stig, men Svøríki vann, tí landið hevði fingið fleiri 12-stig enn Frakland. Svøríki vann so aftur í 1999, tá Charlotte Nilsson vann fjórða sigur landsins við sanginum "Take Me to Your Heaven". 1990-árini góvu eisini tvey triðja pláss. Jan Johansen endaði á triðja plássi í 1995, og somuleiði One More Time í 1996. Í 2000-árunum varð besta úrslit Svøríkis eitt fimta pláss, sum landið rakk 4 ferðir; Í 2001, 2003, 2004 og í 2006 við Carolu, sum varð fyrsti svenski artisturin at enda tríggjar ferðir í topp-5.
Vegna stóran áhuga fyri Eurovision hevði kappingin verið broytt og fevndi nú um 2 hálvfinalur og eina endaliga finalu. Anna Bergendahl var fyrsti svenski artisturin, ið ikki náddi inn í finaluna. Hetta var í 2010, tá hon endaði á 11. plássi við bert 5 stigum ov stutt til at koma víðari. Síðani 2011 hevur landið tó verið sera væl móttikið. Eric Saade endaði á triðja plássi í 2011 við sanginum "Popular". Loreen vann fimta sigur Svøríkis í 2012 við "Euphoria". Hesin sigurin gjørdi Svøríki til eitt av tveimur londum, saman við Stóra Bretlandi, at hava vunnið kappingina í 4 ymiskum ártíggjum. Í 2013 endaði Svøríki á 14. plássi í finaluni, men reisti seg uppaftur árið eftir í 2014, tá landið endaði fyri 21. ferð í topp 5. Tað var við Sannu Nielsen og sanginum "Undo", ið endaði á einum triðja plássi. Í 2015 vann Svøríki sín sætta sigur við Måns Zelmerlöw og sanginum "Heroes". Svøríki er enn einasta land í Eurovision, ið hevur fingið meir enn 300 stig tvær ferðir.
Svøríki hevur hildið Eurovision Song Contest fimm ferðir og er einasta land, ið hevur hildið kappingina í fimm ymiskum ártíggjum. Tvær ferðir í Stokkhólmi (1975 og 2000), tvær ferðir í Malmö (1992 og 2013) og eina ferð í Göteborg (1985).
Svøríki var eitt av 5 londum, ið fyrst nýttu telefonatkvøður í 1997.
Luttakarar
rætta- Table key