Sinterklaas [sɪntər'klaːs] (ella meira formelt Sint Nicolaas ella Sint Nikolaas; Saint Nicolas á fronskum; Sankt Nikolaus á týskum) er ein siðsøguligur (traditionellur) vetrarferiufigurur, ið enn verður hátíðarhildin í Niðurlondum (Hálandi) og Belgia, og eisini í franska Flandern og Artois. Hann er eisini vælkendur í teim fyrrverandi hálendsku hjálondunum, eitt nú Aruba, Surinam, Curaçao, Bonaire og Indonesia. Hann er høvuðsupphavskeldan til norðuramerikanska jólamannin Santa Claus, og harvið eisini til føroyska jólamannin vit kenna í dag.

Sinterklaas 2007.

Hóast hann vanliga verður nevndur Sinterklaas (Santa Niklas ella Santa Klávus), er hann eisini kendur sum De Goedheiligman (Tann góði heilagmaðurin), Sint Nicolaas [sɪnt 'nikolaːs] (Sankta Niklas) ella bara sum De Sint (Halgimennið).

Hann verður hátíðarhildin niklasarmessuaftan (5. desember) í Niðurlondum (Hálandi) ella niklasarmessumorgun (6. desember) í Belgia og Norðurfrankaríki. Upprunaliga varð hátíðarhaldið hildið fyri sjálvan navnadagin hjá Sankta Niklasi – ið er verndarhalgimenni hjá m.ø. børnum, sjómonnum, og býnum Amsterdam. At hetta er ein rómversk-katólsk hátíð sæst av landafrøðiligu útbreiðsluni av hesum hátíðarhaldi, og á biskupsheitinum hjá Sint Nicholas.

Nærskyldir figurar eru eisini kendir í týskmælta partinum av Europa og økjum, ið søguliga hava verið fyri týskari ávirkan, íroknað Sveis (Samichlaus), Týskland og Eysturríki (Sankt Nikolaus); økið Suðurtyrol í Italia; Nord-Pas de Calais, Alsace og Lorraine í Frankaríki – eins og í Luksemburg (De Kleeschen), pørtum av Miðeuropa og á Balkan.

Fyri-kristna Europa

rætta
 
Sinterklaasfest, málningur eftir Jan Steen uml. 1664.

Ymsar líkheitir eru drignar fram millum halgisøguna um Sinterklaas og Óðin, høvuðsgudin hjá teim heidnu germansku fólkunum í Norður- og Vestureuropa áðrenn kristnanina. Av tí at summir tættir í sinterklaas-hátíðarhaldinum onki hava við kristindómin at gera, eru áskoðanir frammi um, at hesi eru av heidnum uppruna og stava frá økjum, har germansk fólk vórðu kristnað, men tó varðveittu tættir av teirra upprunaligu siðvenju, ið nú yvirliva í nýmótans myndan av Sinterklaas. Ikki-kristnir tættir í Sinterklaas, ið kunnu vera av heidnum uppruna:

• Sinterklaas ríðir á húsatekjunum á sínum hvíta hesti, ið hevur ymisk nøvn; Óðin ríður á luftini á sínum gráa hesti Sleipni
• Sinterklaas ber stav og hevur skálkaligar hjálparar við svørtum andlitum; Óðin hevur spjót og svartar ravnar sum eyðkenni.

Miðøldin

rætta
 
Avmyndan av Sinter Claes á húsi frá 16'du øld nær Dam í Amsterdam. Santa Niklas er høvuðs verndarhalgimenni í Niðurlondum.

Upprunaliga var sinterklaas-hátíðin hildin navnadagin 6. desember, nevndur niklasarmessa, til minnis um Santa Nikolaus frá Myra (270-242), verndarhalgimenni hjá børnum. Sankta Niklas var ein grikskur biskupur í Myra í Lykia í núverandi Turkalandi. Í 1087 vórðu leivdirnar av honum loyniliga fluttar til Bari í Landsynningsitalia; av hesum er hann eisini kendur sum Nikolaos av Bari. Bari gjørdist seinni partur av spanska Kongsdømi Napoli, tí hann varð hertikin av Alfonso V av Aragon í 1442. Býurin gjørdist soleiðis partur av Kongsdøminum Aragon og seinni av Spania, fram til 18’du øld. Av tí at leivdirnar av Sankta Niklas vóru í Bari (ið sostatt tá var ein spanskur býur), vil siðsøgan (traditiónin) vera við, at Sankta Niklas er úr Spania, og hevur ein svartan knekt (hjálpara) avmyndaður sum ein Morisco (móriskur trúarskiftingur). Sankta Niklas er vælkendur í spania sum verndarhalgimenni hjá sjómonnum, helst tí er tað, at Sankta Niklas kemur úr Spania til Niðurlond í einum dampskipi. Sankta Niklas gjørdist víðagitin um alt Europa. Tann vesturrómverska katólska kirkjan gjørdi navnadag hansara til ein kirkjuligan halgidag. Í Norðurfrankaríki gjørdist hann verndarhalgimenni hjá skúlabørnum, ið tá í mestan mun gingu í kirkjuskúlar. Tann fólksliga hátíðin kyknaði eisini upp í miðøldini. Í fyrstuni valdu næmingarnir ein ið skuldi vera ”biskupur” á niklasarmessu, ið skuldi ráða fram til 28. desember (Innocents Day – Barnadagin). Stundum spældu tey hendingar frá lívi biskupsins og tá hátíðarhaldið kom út á gøturnar, gjørdist tað so við og við lívligari.

Sinterklaas fær hjálp frá nógvum skálkaligum hjálparum við svørtum andlitum og íklæddir litrík mórisk klæðir. Hesir hjálparar verða róptir ’Zwarte Pieten’ (svartir piddar). Í miðøldini var Zwarte Piet eitt heiti fyri ’tað ónda’. Hóast figururin Svarti Piddi seinni fekk álagdan rasurelateraðar eginleikar, so var upprunin ein óndur figurur. Gott og ónt spæla ein týdningarmiklan leiklut í hátíðarhaldinum á niklasarmessu; tað góða verður lønt við góðum, tað ónda verður revsað. Harav tvíleikin har sami halgi maður er bæði eitt halgimenni og ein kátur devul.

Niklasarmessuhátíðin var bæði eitt høvi til at hjálpa teim fátæku, við at koyra pengar í skógvar teirra (ið seinni bleiv til at koyra gávur í skógvar hjá børnum) og hinvegin ein ótálmað fest, lík karnivali, har fólk fór í kostumur (leikbúnar) og kollveltu gerandisdagin og drukku seg full.

16’da og 17’da øld

rætta

Eftir at teir 17 hálendsku landslutirnir høvdu gjørt uppreistur móti Spanska heimsveldinum (Imperiinum), avgjørdu calvinistiskir valdsharrar og prestar at banna hátíðarhaldinum av halgimenninum Niklasi. Lýðveldið av Sameindu Landslutunum bleiv offisielt eitt protestantiskt land eftir reformatiónina, og tess stjórnir bannaðu almennum hátíðum. Suðurøkið var tó verandi katólskt, og fólkið har suðri, saman við katólskum studentum í Amsterdam mótmæltu. Stjórnin bakkaði og loyvdi hátíðarhaldinum treytað av at tað varð hildið innanfyri familjuna.

19’da øld

rætta

Í 19’du øld kom Sinterklaas aftur í ljósmála, hesaferð sum eitt meira verðsligt (sekulert) halgimenni. Tann nýmótans siðvenjan við Sinterklaashaldinum sum ein barnafest varð væl og virðiliga staðfest við myndprýddu barnabókini Sint Nicolaas en zijn knecht (Sankta Niklas og hjálpari hansara), skrivað í 1850 av læraranum Jan Schenkman (1806–1863). Summi siga at hann var tann ið kom við myndini av hvussu Sinterklaas leggur gávur við kaminuna, og ríður yvir húsatekjum á gráum hesti, og hvussu hann kemur úr Spania við dampskipi, helst tí at hann søguliga eisini er høvuðs verndarhalgimenni hjá sjómonnum. Schenkman kom eisini við sanginum Zie ginds komt de stoomboot ("Hygg har yviri kemur dampskipið"), ið enn er vælumtóktur í Niðurlondum. Ein líknandi siður hevur tikið seg upp í Føroyum har jólamenn nú koma til landið við føroyskari slupp.

Í Schenkman’sa útgávu vórðu miðaldar argaligu devlarnir, ið seinni broyttust til eysturlendskar ella móriskar hjálparar, fyrstu ferð avmyndaðir sum ein svartur afrikanari róptur Zwarte Piet (Svarti Piddi). Hann er ein nekaradrongur ið fylgist við Sinterklaas og hjálpir honum á ferðini (helst íkomið av hálendsku royndunum sum hjálandaveldi, ella av mórisku hertøkuna av katólska høvuðslandinum Spania). Upprunaliga hevði Sinterklaas bara ein hjálpara, ið varð nevdur fleiri ymisk nøvn. ”Piet(er)” navnið ið nú verður nýtt, kann sporast aftur til eina bók frá 1891.

Seinni veraldarbardagi

rætta

Undir krígnum tá Niðurlond vóru hersett av týskarum, kom Sinterklaas ikki bert fyri at ugga børnini, men tey vaksnu við. Nógvir av siðbundnu Sinterklaas rímunum skrivaðar í hesum tíðarskeiði, snúðu seg um samtíðar hendingar. T.d. bleiv bretska flogvápnið RAF ofta lovprísað, og givið leiklutin sum Sinterklaas ið kastaði gávur niður yvir Niðurlond, men bumbur (revsing) niður yvir Týskland.

Upprunaliga hevði Sinterklaas bara fylgi av einum (onkuntíð tveimum) Zwarte Pieten, men beint eftir frígeringina av Niðurlondum, skipaðu kanadiskir hermenn fyri eini Sinterklaasfest við nógvum Zwarte Pieten, og síðan hevur hetta verið siðvenjan, har hvør Pieti vanliga hevur sína seruppgávu.

20’da og 21’da øld

rætta
 
Sinterklaas (Sankta Niklas) verður hvørt ár hátíðarhildin í Niðurlondum á Niklasarmessu 5 og 6 desember, m.a. við skrúðgongu har Sinterklaas (hálendski jólamaðurin) og hjálpari hansara Zwarte Piet (Svarti Piddi) koma við gávum.

Sinterklaas (Sankta Niklas) verður hvørt ár hátíðarhildin í Niðurlondum á Niklasarmessu 5 og 6 desember, m.a. við skrúðgongu har Sinterklaas (hálendski Koma Sinterklaas’ar til ymsu býirnar er vorðin ein stórhending og verður send í almenna sjónvarpinum. Nógv fólk lata seg í sum Zwarte Pieten í ymsum býum kring Niðurlond. Vanliga verða andlit teirra litaði svørt, tí Zwarte Piet er ein spanskur (móriskur) hjálpari hjá Sinterklaas (hóast summi fólk siga at Zwarte Piet upprunaliga var ein trælur ið Sinterklaas leyskeypti, og sum tøkk fyri tað, var hann verandi hjá Sinterklaas sum hansara hjálpari). Í dag verður forkláringin uppá svarta andlitið stundum meira politiskt korrekt søgd at vera ”frá svartari sót”, tí Piddi noyðist at klúgva gjøgnum skorsteinin fyri at lata gávurnar.

Í Niðurlondum gjørdist Niklasmessuaftan 5 desember, meginhøvið til at geva gávur í jólatíðini. Kvøldið verður kallað Sinterklaasavond ella Pakjesavond. Hálensk og belgisk børn seta vanliga ein skógv framman fyri kaminuna frá tí at Sinterklaas kemur til niðurlondini, vanliga í triðju viku í november. Tey singja Sinterklaassangir og fara síðan í song. Vanliga verður ein gularót og/ella hoyggj, eitt súrepli o.l. løgd í skógvin, sum gáva til hestin hjá Sinterklaas. Næsta morgun er gularótin vekk og børnini finna góðgæti ella smáar gávur í sínum skógvi. Børnini koyra eisini tekningar tið tey hava gjørt til Sinterklaas í skógvin. Í húsum har ongin kamina og eldstaður er, verður skógvur settur við bakdyrnar; forkláringin er at Sinterklaas hevur ein lykil ið passar í øll lyklarhol. Um kvøldi 5. desember ”pakjesavond” (pakkaaftan) koma størstu gávupakkarnir, ella man finnur ein lepa ið greiður frá hvar í húsinum Zwarte Piet hevur krógvað gávurnar í einum hessian sekki. Hjá summum familjum er tað ein granni ið bankar á dyrnar og letur sekkin standa uttanfyri til børnini at finna. Tá gávurnar eru funnar, verða tær lagdar í stovuna, sum vanligt er við jólagávum eisini. 6. desember fer Sinterklaas avstað aftur uttan nakað hóvasták, og festin er liðug.

Í Belgia mugu børnini bíða til um morgunin 6 desember at fáa gávurnar, og her er Sinterklaas mett sum ein barnafest nærum burturav, ið tekur plássið hjá jólunum til gávugeving til børnini, so leingi tey búgva heima. Eisini er vanligt, at tá børn skulu avleggja suttuna, so verður suttan koyrd í skógvin, til Sinterklaas at goyma, og so er suttan skift út við sjokolátu næsta morgun.

Í Hálandi er tað tó ikki óvanligt at geva (smáar) gávur til vaksin eisini, á sama hátt sum til børnini; oftast fylgir tó ein yrking við í gávuni til tey vaksnu. Hetta verður rópt eitt ’surprise’. Yrkingin skal helst bera uppá rím, og kann begynna soleiðis:

"Sinterklaas zat te denken,
wat hij nou Wolfmann zou schenken"

á føroyskum:

"Sinterklaas mundi teinkja
hvat hann Wolfmanni kundi skeinkja".

Tá børnini gerast gomul nokk til at finna útav ”loyndarmálinum við Sinterklaas” (hann finst ikki í veruleikanum), skifta summar familjur til jólaaftan ella jóladag til gávugeving

Útsjónd

rætta

Sinterklaas

rætta

Sinterklaas er ein eldri, hábærsligur og álvarsamur maður, hvíthærdur við síðum skeggi. Hann er ílatin síðan reyðan kappa ella messuakul uttaná siðbundnari hvítari messustúku og viðhvørt reyðari skikkju, íklæðir seg reyða biskupshúgvu og ber gyltan bispastav, ein langan siðbundnan fjallstav við skrýddum krúllutum knappi, í hendi og ber eisini ring við rubinreyðum steini. Hann ber eisini ta stóru Sankta Niklas bókina ið sigur frá hvussu hvørt einstakt barn hevur háttað (skikkað) sær í árinum sum fór. Vanliga ríður hann á gráum hesti.

Zwarte Piet

rætta
 
Sinterklaas og Zwarte Piet (Svarti Piddi) í Spania (2005).

Ein Zwarte Piet (Svarti Piddi, fleirtal Zwarte Pieten) er ein tænari hjá Sinterklaas, vanliga ein unglingi við svørtum andliti og svørtum krúllutum hári, ílatin sum ein ørindadrongur frá 17’du øld, í litríkum búna, ofta við blondukraga, og ílatin fjøðurskrýdda húgvu. Sinterklaas og hansara Svarti Piddi bera vanliga ein sekk ið inniheldur góðgæti fyri skikkilig børn og ein ’roe’, ein skorsteinskust gjørdan av pílagreinum, ið verður brúktur at fleingja óskikkilig børn við. Summir eldri Sinterklaassangir siga frá óskikkiligum børnum ið vórðu koyrd í sekkin og tikin við aftur til Spania. Svørtu Piddarnir tveita góðgæti runt, ein siðvenja ið ætlandi stavar frá søguni um Sankta Niklas ið bjargaði trimum gentum frá skøkjulevnaði við at tveita gullmyntir ígjøgnum vindeygað hjá teimum um náttina, fyri at gjalda skuld pápa teirra.

Ymsar frágreiðingar eru um upprunan til hesar hjálparir. Elsta frágreiðingin er at hjálparnir ímynda báðar ravnarnar Hugin og Munin ið góvu Óðini boð um hvat fyrifórst í heiminum. Í seinni frágreiðingum ímynda hjálparnir ein uppgávusinnaðan devul. Devilin hevur tapt fyri antin Óðini ella hjálpara hansara Nørva, svarti faðirin at náttini. Nørvi er vanliga avmyndaður við sama birkistavi (hálendskt ”roe”) sum Zwarte Piet.

Einn onnur meira nýmótans frágreiðing er at Sankta Niklas fríðaði ein etiopiskan træladrong nevndur ’Pieter’ (av Sankta Pætur) á einum marknaði í Myra, og drongurin var so takksamur, at hann avgjørdi at vera verandi hjá Sankta Niklasi sum hansara hjálpari. Svørtu Piddarnir hava umleið sama samband við tann hálendska Sankta Niklas ið vættrarnar hava við amerikanska Santa Claus (jólamannin). Sambært søgnini hevur halgimennið ein Pidda til hvørt høvi, tað eru siglingarpiddar (”wegwijspiet”) at halda kósina hjá dampskipinum frá Spania til Niðurlond, og kringir Piddar at klúgva uppá tekjurnar at koyra gávurnar niður gjøgnum skorsteinin, ella klúgva niður gjøgnum sjálva kaminuna, o.s.fr.

Við floyminum av útlendskum innflytarum til Niðurlond, ið byrjaði seinast í 1950’unum, er Zwarte Piet vorðin rasistiskur hjá summum. Nú á døgum eru Zwarte Pieten vorðnir meira nýmótans hjálparar, og foreldur fortelja ofta teirra børnum, at Piddarnir hava svørt andlit, tí teir klúgva niður í skitnar sótutar skorsteinar. Men henda nýggja variatiónin av siðvenjuni er blivin kritiserað av útlagnum og lokalum fólki sum verandi ein ”krógvisøga” (cover story) tí hon forklárar ikki tað krúlluta, svarta hárið og stóru reyðu varrarnar. Árið 2011 var ”Minnigarhald trælahaldsins” í Niðurlondum, og kyndi hetta uppaftur meir undir mótsetningarnar og mótmælini móti Zwarte Piet.

Koma (ankoma) og uppruni

rætta
 
Sinterklaas kemur til Rumst.

Vanliga kemur Sinterklaas til Niðurlond á hvørjum ári um miðan november (vanliga ein leygardag) við dampskipi úr Spania. Summi halda at gávurnar ið hava samband við heilagmannin, mandarin appelsinurnar, førdi við sær miskiljingina at Sankta Niklas kom úr Spanina. Hetta ástøðið (teoriin) samsvarar við eina hálendska yrking ið varð niðurskrivað í New York í 1810:

Hálendskt
Sinterklaas, goedheiligman!
Trek uwe beste tabberd an,
Reis daar mee naar Amsterdam,
Van Amsterdam naar Spanje,
Daar Appelen van Oranje,
Daar Appelen van granaten,
Die rollen door de straten.

Føroyskt
Sankta Niklas góði heilagmann
Legg á skikkju best tú kann
Far harvið til Amsterdam
Frá Amsterdam til Spania
Har súrepli frá Orania
Har súrepli av granatum
Frítt rulla eftir strætum

Hesin tekstur ið var á einum smáriti ið John Pintard gav út í New York í 1810, er elsta keldan ið forbindur Spania við Sinterklaas. Pintard ynskti at fáa St. Nicholas (Sankta Niklas) til verndarhalgimenni hjá býnum New York, og vónaði at seta í gongd eina Sinterklassfest í býnum. Sannsýnligvís fekk hann hjálp frá lokala hálendska samfelagnum í New York, ið góvu honum hálendsku útgávuna av yrkingini. Strengt tikið sigur yrkingin ikki at Sinterklaas kemur úr Spania, men at hann noyðist at fara til Spania eftir appelsinum (oranjum) og granatsúreplum. So leinkið ímillum Sinterklaas og Spania gongur gjøgnum appelsinir, ein vælumtókt frukt í 19’du øld. Seinni hvarv sambandið við appelsinirnar, go Spania gjørdist heimlandið hjá honum.

Við komuna (ankomuna) er skrúðgonga har Sinterklaas 'marsjerar' gjøgnum gøturnar á gráa hesti sínum amerigo, heilsaður vælkomin av syngjandi børnum. Í Belgia eitur hesturin Slecht Weer Vandaag, ið merkir Ringt veður í dag’. Henda hending verður send beinleiðis í almennum sjónvarpi í Niðurlondum og Belgia. Hjálparar hansara, Svørtu Piddarnir, tveita góðgæti og smáar, rundar, ingiferskakulíknandi smákakur, antin ”kruidnoten” ella ”pepernoten” inn í mannamúgvuna. Børnini syngja siðvandar Sinterklaassangir. Sinterklaas vitjar skúlar, sjúkrahús og sølumiðstøðir. Eftir hesa komu (ankomu) hátíðarhalda allir býir ið hava eina dokk (ella atløgubryggju), teirra egna "intocht van Sinterklaas" (koman hjá Sinterklaas). Lokalu komurnar verða vanliga hildnar seinni sama leygardag sum almenna koman, sunnudagin eftir, ella næst viskuskiftið eftir almenna hátíðarhaldið. Á støðum har ið bátur ikki kann koma, kemur Sinterklaas við toki, á hestbaki, ella enntá rossavogni ella fire truck.

Sinterklaas, Santa Claus, og jólini

rætta

Sinterklaas er grundarlagið undir norðuramerikanska figurinum Santa Claus, og sostatt eisini føroyska jólamanninum. Tað sigst at undir frælsisstríðnum endurskaptu íbúgvarnir í New York, ein fyrrverandi hálendsk koloni New Amsterdam, teirra Sinterklaas siðvenju, tí Sankta Nicholas var ein ímynd av hálendsku (ikki-ensku) fortíðina hjá býnum. Navnið Santa Claus kemur ætlandi av einum eldri hálendskum Sinter Klaas. Tó, so var Saint Nicholas Society ikki stovnað fyrr enn í 1835, næstan eina hálva øld eftir frælsisstríðið. Hóast hálendska siðvenjan við Sinterklaas helst hvarv í New York, so kom St.Nicholas framaftur í bókini A History of New York, har rithøvundurin, Washington Irving, í dreymi letur St. Nicholas sveimar omanfyri trætoppunum í einum flúgvandi vogni – eitt uppfinnilsi, ið onnur seinni brúktu til Santa Claus. Hesin Santa Claus, kom aftur - frítikin fyri biskupstignina og kirkjubandið – via Ongland og seinni Týskland, til restina av Europa, sum ’jólamaðurin’.

Undir trúbótini (reformatiónini) í 16’du og 17’du øld í Europa, broyttu nógvir protestantar gávugeva frá Sinterklaas til ’Kristusbarnið’ (Christkindl). Í tráð við hetta, bleiv dagurin har gávur vórðu givnar, fluttur frá 5. ella 6. desember, til jólaaftan.

Slóðir úteftir

rætta

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið