Bonaire
Bonaire er ein niðurlendsk oyggj í Karibiska havinum. Oyggin er ein av teimum trimum ABC-oyggjunum og liggur 20 km eystan fyri Curaçao. Høvuðsstaðurin eitur Kralendijk.
Fólkið
rættaÍ 2001 var fólkatalið 10 791, í 2004 var tað minkað til 10 185, 2010 13 389. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almenna málið er niðurlendskt, men enskt, papiamento og spanskt eru eisini vanlig mál. Bonaire merkir "góð luft".
Landalæra
rættaOyggin er 288 km² stór. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Ein stórur partur av økinum er lagt út sum náttúrupark, sum tað kostar at sleppa at vitja. Ein strond á oynni kallast Pink Beach; har er sandurin ljósareyður og mjúkur, og gerst sjáldan heitur.
Av tí at oyggin hevur sera góð viðurskifti til surfing, marknaðarførir Bonaire seg sum "Surfers' paradise", sum eisini er tekstur á nummarspjøldrunum á bilunum.
Óbygda grannaoyggin Klein Bonaire vestan fyri Bonaire er 6 km² til støddar.