Papa Stour
Landafrøði

Vídd 8,28 km²
Vatn - %

Umsiting
Land Hetland Hetland
Íbúgvalæra
Fólkatal 15 (2011)
Íbúgvatættleiki 1,8 /km²

Papa Stour (av norrønum Papey Stóra) er ein oyggj í Hetlandi. Hon er 8,28 km² til støddar og í 2011 vóru íbúgvarnir 15 í tali. Oyggin liggur syðst í St. Magnus Bay, í ein útnyrðing av Mainlandi.

Landslag og Djóralív

rætta
 
Galti Stacks á vesturstrondini við Fogla Skerry (Fuglaskeri) í baksýni

Oyggin er bæði basalt og áløguberg. Hæsta punktið er heyggurin Virda Field ið er 87 metrar (285 ft) høgur. Stórur partur av oynni er hagi við heiðalyngi. Otur, láturkópur, bóghvítuhvalur(mastrahvalur) og nísa síggjast javnan við strendurnar kring oynna. Lundi, terna, skúgvur, kjógvi, havhestur, lomvigi, álka, tangaspógvi, steinstólpa, svarthálsa og svartbakur reiðrast øll á oynni, og nógvur flytifuglur sæst eisini. Upprunaliga hetlandsrossið verður enn alt á oynni.

Á oynni finst farvegur eftir búseting frá uml. ár 3.000 f.Kr. og gamla norrøna navnið Papey Stóra, ið merkir "Stóra oyggin hjá papunum (prestunum)", sipar til keltisku paparnar ið búleikaðust har, áðrenn norðbúgvarnir komu. Elsta handritið sum er funnið í Hetlandi er eitt norrønt handrit frá 1299, har Papa Stour verður umtalað. Hóast Hetland kom undir skotskt vald í 1469, so var Papa Stour ogn hjá norskum jallum fram til 17'du øld. Tá oyggin í 18'du øld var vorðin ogn hjá tveimum skotskum lordum, var útróður við sokallaðum sixareens (seksæringum) vorðin ein týðandi vinnuvegur á oynni, hesin útróður er kendur sum Haaf fishing (havútróður), og siglt var so langt til havs, at bjørgini á Foula hvurvu í havsbrúnni. Kendi hetlendski yrkjarin Vagaland yrkti ein sang um útróðrarmenninar á Papa Stour: Da Sang o da Papa Men, har niðurlagið er "Rowin Foula doon" (rógva Foula undir [havsbrúnna]).

"Oot bewast da Horn o Papa,
Rowin Foula doon!
Owir a hidden piece o water,
Rowin Foula doon!
Roond da boat da tide-lumps makkin,
Sunlicht trowe da cloods is brakkin;
We maan geng whaar fish is takkin,
Rowin Foula doon!"

Búseting

rætta
 
Vatnmyllur nær við Dutch Loch.

Búsetingin savnað kring bygdina Biggins eystantil á oynni, haðan ferjusamband er til West Burrafirth á Mainlandi. Tað er eisini ein lítil flogbreyt nær við Biggins, haðani regluligt flogsamband er til Tingwall á Mainlandi. Íbúgvatalið er nógv minkað, og nú (2011) eru bert 15 fastbúgvandi fólk eftir á oynni.

Yvirlit yvir broyting í fólkatali

Ár Fólkatal
1841 382
1871 351
1881 254
1891 244
1931 100
Ár Fólkatal
1961 55
1981 33
1991 33
2001 23
2011 15
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið