Álka
Álka (frøðiheiti: Alca torda) er sjófuglur. Búnin er sera reinlittur, næstan svartur og hvítur. Í bútíðini eru til dømis tvær hvítar rípur, sum næstan standa hornættar á nevið. Í vetrarbúna og 1. summarbúna er álka hvít um kjósina, og tað svarta á skallanum kemur aftur um eygað. Í oyggjaflokkunum í Norðuratlantshavi eru tilsaman 50 000 pør, fæstar í Føroyum. Í Íslandi er stovnurin fleiri ferðir so stórur. Tá ið álka hevur kastað fjaðrarnar, flyta nógvar í onnur høv. Ungálka flytur langt suðureftir, kanska til strendurnar úti fyri Norðurafrika og Suðurevropa.
Álka | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Nøring og fjaðurskifti samsvara nøkulunda við lomviga. Álka er eitt sindur minni enn lomvigi, hevur styttri háls, upp á seg størri høvd og hægri nev. Velið er longri enn lomvigavel, og tað stendur ofta upp í rógv, tá ið hon svimur. Á flogi tyktist hon tættari og sterkari í senn, og hon flýgur til dømis við nevinum meira uppbendum enn lomvigarnir.