Svartbakur (frøðiheiti - Larus marinus), vanliga nevndur bara bakur, er størsti fuglur av másasløgunum. Á kápuni er hann dimmgráur. Hann eigur víða um í norðanlondunum. Reiðrið er stórt, men heldur óvandaliga gjørt. Ofta er tað í homrum ella rókum millum hamrar, men stundum á sløttum haga, helst ikki langt frá fuglabjørgum. Klekingartíðin er 28 dagar. Dúnungin líkist likkuunga. Svartbaksskurin er nógv bleikari enn másaskurin og likkuskurin, og hann hevur ikki fingið sín fullkomna lit fyrr enn 4ða ella 5ta árið — til dømis er hin reyði bletturin á nevinum svartur til 5ta árið. Har, sum bakur eigur, vilja aðrir fuglar ikki fáa sær bústað, tí hann etur bæði egg og ungar teirra, hann drepur eisini smálomb, og tí hava føroyingar roynt at avoyða hann. Nú eru so fáir eftir, at tað sæst lítið ella einki til spellið, teir gera.

Svartbakur

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Charadriiformes
Ætt: Laridae
Slekt: Larus
Slag: L. marinus
Larus marinus

Sí eisini

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið