Svarthálsa
Svarthálsa (frøðiheiti - Charadrius hiaticula) er lítið kroppstørri enn grátítlingur, men hevur nógv longri veingir. Á bakinum er hon morgrá, í neðra hvít. Høvdið er flekkut av gráum og svørtum og hvítum; hálsurin er hvítur við svørtum ringi, sum breiðir seg niður á bringuna. Svarthálsan heldur seg mest á eyri ella sandi. Hon eigur uppi á berum fjøllum, ella har sum hon finnur eyrlendi lægri á haga. Eggini eru 4, ring at finna, tí tey eru samlitt við eyrin. Kemur fólk nærhendis reiðrinum, rennur hon undan, stólpandi og bóltandi, við veingjunum skavandi eftir jørðini og útbreiddum veli trýst niðurá.
Svarthálsa | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Dúnungarnir eru grønir og gráir; lítið sæst til teirra, tí teir fjala seg millum steinarnar. Tá ið teir eru floygdir, kennast teir frá hinum gomlu, av tí at teir eru hvítir á bringu og barka. So flyta bæði gamlar og ungar í flokkum oman á eyrin við vatnstrendurnar ella á sandin við sjóvarstrondina. Lítið síggjast tær flúgva, einki ganga tær, og tó eru tær ikki í frið, renna kvikar aftur og fram, bráðsteðga eitt lítið bil, og so aftur at renna, alt meðan tær hvína eitt vælljóðandi "dújit". Um mikkjalsmessu rýma tær — suður til Afrika.
Slag
rætta- Charadrius dubius (Lítil svarthálsa)
- Charadrius vociferus (Tvíringd svarthálsa)
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.