Foula
gæliskt Fughlaigh
Landafrøði

Vídd 12,6 km²
Vatn - %

Umsiting
Land Hetland Hetland
Íbúgvalæra
Fólkatal 38 (2013)
Íbúgvatættleiki 3 /km²

Foula (norrønt Fugley, skotskt gæliskt Fughlaigh), er mest fjarskotna oyggin í Hetlandi, samstundis er hon tann hetlendska oyggin ið liggur nærmast Føroyum, 285 km (154 sjómíl) hiðani.

Landslag og djóralív

rætta

Oyggin er eyðkend av teim 5 tindunum: Soberlie 221 m, The Noup 248 m, Hamnafield 344 m, The Kame 376 m og The Sneug 418 m, sum er hægsta fjallið á oynni. Norðast á oynni er Gaada Stack ein kendur stakkur.

Sum navnið bendir á, er fuglalívið ríkt á oynni, fuglabjørgini vestantil og norðantil á oynni, eru upp í 370 m til hæddar.

Í 1490 vóru jarðarognirnar hjá Ciske familjuni býttar og Vaila og Foula gjørdust ogn hjá Alv Knutsson. Men Ciske familjan var norsk, og tá Hetland var innlimað í Skotland nøkur áratíggju frammanundan, vóru ognarkrøvini á oynni fløkjaslig og ósambærilig.

Á Foula bleiv julianski kalendarin framhaldandi nýttur, eftir at restin av stórabretlandi hevði skift til gregorianska kalendaran í 1752. Foula helt fast við julianska kalendaran við at brúka 1800 sum leypár, men av tí at man ikki brúkti ár 1900 sum leypár er Foula nú ein dag frammanfyri julianska kalendaran, og 12 dagar aftanfyri gregorianska kalendaran. Sostatt verða jól hildin 6. Januar (gregoriska klendaran) á Foula og nýggjár 13. Januar (gregoriska kalendaran).

Í 1720 fóru pokurnar (koppar) at ganga millum teir 200 íbúgvarnar á Foula. Av tí at oyggjabúgvarnir vóru so avskornir frá øðrum fólki, høvdu teir ikki órinskap (immunitet) móti hesi sjúku, og níggju av tíggju fólkum doyðu. Sagt var at bert umleið 5-6 fólk yvirlivdu pokurnar; og nýggj fólk máttu flytast av meginoynni at fólka oynna aftur. Hetta var kanska ein av orsøkunum til at gamla norn málið fekk mønustingin á oynni.

Skotski blaðmaðurin John Sands, ið búði fleiri stutt tíðarbil á skotskum oyggjum og í Føroyum, búði eina tíð á Foula í seinnu helvt av 19’du øld. Hann fanst harðliga at tí áhaldandi “Truck-skipanini”, har skotski ‘lairdurin’ (góðseigarin) rindaði sínum undirsáttum á Foula løn í sokallaðum ‘kredittum’, har teir nærmast einanans kundu keypa vørur og tænastur frá honum sjálvum. Blaðmaðurin avmyndaði Foula sum ein vakra ungmoy ið bleiv kvald av einum stórum kyrkingarormi (kvalaraslangu), meðan onnur skriðdjór, nevnd 'missionary', 'laird' og 'truck' hugdu at.

Tann síðsti lairdurin av Foula var Ian Holbourn (1872 – 1935), føddur John Bernard Stoughton Holbourn. Hann var rithøvundur, professari og fyrilestrarhaldari á University of Oxford.

Foula var helst tað staðið í Hetlandi, har málið norn var talað longst. Longsti tekstur á norn, Hildinakvæðið (Hildina Ballad) varð niðurskrivað á Foula av G. Low í 1774.

Íbúgvar

rætta

Foula hevur 38 íbúgvar í teimum báðum bygdunum, Hametoun og Ham á eystursíðuni.

Frá Ham er ferjusamband til Walls og Scalloway á Mainland. Oyggin hevur eisini ein flogvøll, haðani flogsamband er til Tingwall Airport á Mainland.

Myndir

rætta


Sí eisini

rætta

Fugloy

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið