Walls
Walls skotskt Waas | |
Státur: | Stóra Bretland |
Land: | Skotland |
Umráði: | Hetland |
Postnummar: | ZE2 |
Heimasíða: | [1] |
Walls, (skotskt Waas - norrønt: Vágar), er ein bygd sunnast á West Mainland í Hetlandi. Hon liggur innast í Vaila Sound og er væl vard av oyggjunum Linga og Vaila.
Bydin hevur eina marinu ið er vælumtókt av frítíðarsiglarum, og eisini eru fleiri fiskifør heimahoyrandi í Walls. Haðani er eisini ferjusamband til fjarskotnu oynna Foula.
Gamla norrøna navnið fyri hetta økið var Vágaland, og hetta navnið tók ein kendur hetlendskur yrkjari, ið var ættaður haðani, sær sum eftirnavn (Vagaland).