Programme for International Student Assessment (PISA) er ein OECD-verkætlan, ið miðlar eftir at máta, hvussu væl 15 ára gomul eru fyrireikað at møta framtíðar avbjóðingum, og at duga at nýta førleikar sínar í veruliga lívinum. Dentur verður lagdur á altjóða førleikar og í minni mun vitan ella kunnleika úr heimligum umhvørvi. Altjóða felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning (OECD) ásetir saman við luttakaralondunum treytir og karmar fyri kanningini. Hetta ger tað møguligt at gera samanbering millum lond, og yvir tíð. Í 1997 tók danska undirvísingarmálaráðið avgerð um at vera við í OECD-verkætlanini. Tey ungu, sum eru við í altjóða kanningini, eru 15 ára gomul.
Longu frá byrjan varð gjørt av, at PISA skuldi skipast í trimum umførum, har umfatandi kvantitativar kanningar av skrásetandi slag verða framdar. Fyrsta umfar fór fram í 2000 í 32 londum aftan á góð tvey ára fyrireiking. Úrslitini vórðu almannakunngjørd í desember 2001. Annað umfar fór fram í 2003 í 41 londum. Fyrstu úrslitini vórðu almannakunngjørd í desember 2004. Triðja umfar fór fram á vári 2006 í 57 londum, og Føroyar eru partur av hesi kanning, sum ein undirbólkur av Danmark, men úrslitini í Føroyum verða viðgjørd í sjálvstøðugum tabellum. PISA mátar førleikar innan trý faklig høvuðsøki. Hesi eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í 2012 varð harumframt eisini framt eina PISA-kanning, sum fór fram á teldu (CBA). PISA er ein afturvendandi kanning, sum verður hildin triðja hvørt ár. Í hvørjum PISA-umfari verða øll øki viðgjørd, men serligt verður gjørt burturúr einum ávísum fakligum øki, sum verður kallað høvuðsøki. Høvuðsøkið í 2012 var støddfrøði, í 2009 var tað lesing, og í 2006 var høvuðsøkið náttúruvísindi, ið aftur verður høvuðsøki í 2015.