M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri.

Smyril
Smyril
Skeið
Navn: 2005 framyvir: Smyril
Eigari: Strandfaraskip landsins
Operatørur: 2005 framyvir: Strandfaraskip Landsins
Skrásetingarstaður: 2005 framyvir: Tvøroyri,  Føroyar
Byggistaður: IZAR
Skipasmiðjunummar: 399
Kennimerki: IMO nummar: 9275218
Kallitekin: XPWG[1]
Status: Í rutusigling
Vanligir eginleikar [2]
Klassi og slag:[[

Failed to render property vessel class: vessel class property not found.

]] Imported from Wikidata (?)
Tonsatal:12.650 GT
Longd:138 m (452 ft 9 in)
Breidd á dekki:22,7 m (74 ft 6 in)
Djúpflótandi:5,60 m (18 ft 4 in)
Maskinorka:4x MAN B&W 7L 32/40 diesel motorar
Framdráttur:2 x azimuttar ið kunnu stillast
2 x KaMeWa bógskrúvur
Ferð:21 knot (sjómíl um tíman)
Kapasitetur:976 ferðafólk
200 bilar
Smyril V
Fyrsti Smiril á Tvøroyri uml. 1900.

Suðuroy er heldur fjarskotin frá hinum oyggjunum, og tí er tað skilligt, at postflutningur til og úr oynni í gomlum døgum var bæði torførur og óregluligur. Tá ið fríhandilin kom í 1856, vórðu nógvir handlar stovnaðir kring landið, og tað var tí skjótt monnum greitt, at tað kravdist eitt betri postsamband oyggjanna millum, enn tað ið var. Tosað varð aftur og fram um, hvussu hetta skuldi gerast, men tað vóru bert orð.

Smiril I

rætta
 

So tóku Mortensens menn á Tvøroyri sær um reiggj og gjørdu sáttmála við Kochum Mekaniska Verkstad Aktiebolag í Malmø um at smíða teimum eitt dampskip til innanoyggjasigling. Tað var tí ein stórhending, tá ið Smiril við froyði frá bógnum 19. desember 1895 kom inn um Høvdan og inn eftir Trongisvágsfirði á síni fyrstu ferð úr útlondum nýkomin av bakkastokki og legði at Mortensens brúgv. Hesin fyrsti Smirilin byrjaði siglingina í januar 1896, og tað var ein kollvelting í føroyska postflutninginum, tí nú komu bæði bløð, brøv og annar postur skjótari út á bygdirnar. Eftir ferðaætlanini hevði Smiril vítt at fara í innanoyggjasiglingini - hann skuldi á hvørja bygd at kalla. Í mai mánaði 1917 seldi A/S J. Mortensens Eft. Smiril til Færøernes Amtskommune. Endaliga skeytið uppá hann fekk Amtskommunan í 1921, og varð hann nú skrásettur í Tórshavn.

Smiril II

rætta

Í 1931 læt Tingið nýggjan Smiril smíða í Frederikshavn, og hann kom til Føroya í 1932. Tá ið hann kom á Havnina, varð hann móttikin við bæði tónleiki og sangi, og fólk helt hann vera eitt ógvuliga vakurt skip og serstakliga innan við stórari salón, bleytum sofum og stólum. Eisini var ein lítil roykisalón og kahúttir niðriundir til ferðafólkið og á dekkinum til yvirmenninar. Eftir tátíðar krøvum var hetta eitt stásiligt ferðamannaskip, sum sigldi til tær stóru bygdirnar eftir fastari ferðaætlan, sum t.d. Vestmanna, Vágar og onkuntíð Mykines, Nólsoy, Klaksvík og bygdirnar á eystursíðuni á Eysturoy, Sandoy og Suðuroy. Tveir dagar eftir, at hann var komin, varð hann settur í sigling millum oyggjarnar, og sama dag fór gamli Smiril til Keypmannahavnar. Tað var við sorgblídni, at havnarfólk eygleiddu hann, har hann fór suður gjøgnum fjørðin út ímóti Borðuni. Hann hevði tá røkt siglingina millum oyggjarnar í yvir 35 ár.

Smyril III

rætta
 

Miðskeiðis í 1960-árunum samtykti løgtingið at byggja nýtt skip til Strandferðsluna, og 14. januar 1967 fór ein nýggjur Smyril av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju í Havn (sambært broytingum í rættskrivingarreglunum var stavihátturin nú broyttur frá Smiril til Smyril). Hann tók væl meira av fólki enn tann, ið var undan honum, og var pláss fyri 300 ferðafólkum umborð. Hann hevði so stóran motor, at siglitíðin millum Suðuroy og Tórshavn var bert 3 tímar, og hildu fólk, at hetta var eitt óført framstig. Hesin triðji Smyrilin hevði, í mun til teir báðar fyrru, dieselmotor. Hinir báðir fyrru høvdu dampmaskinu. Hesin Smyrilin var útgjørdur við øllum nútímans navigasjónstólum: radara, automatiskari stýring, o.s.fr. 10 kahúttirnar vóru við tilsamans 30 koyggjum miðskips til ferðafólk. Manningin var 14 og búði har afturi, skipari og yvirmenn frammi í erva. Á ovasta dekki var stór uppihaldssalón við kafeteria, á niðara dekki vóru kahúttirnar til ferðafólk og ein roykisalón tvørtur um alt skipið. Hann var eitt sera sjógott skip, og teir, ið førdu hann, høvdu bara gott at bera honum. Hann hevði einki hvalabak framman, so at fordekkið borðfyltist viðhvørt, tá ið hann fekk onkran sjógvin oman yvir seg, men var sum heild eitt róligt skip, ið bar seg væl í sjónum. Smyril varð settur í Suðuroyðarsiglingina og suðuroyingar vóru væl nøgdir við, at ferðin norður um fjørð nú einans tók 3 tímar og ikki sum áður 4. Sum nakað nýtt kundi hesin nýggi Smyrilin flyta nakrar fáar bilar millum oyggjarnar. Hann hivaði einar 4-5 niður í lastina, men tá máttu teir ikki vera ov stórir. Ein bilur varð settur á dekkið, hvørjumegin lastalúkuna og ein á sjálva lúkuna, men tað kravdi gott veður, um bilarnir ikki skuldu koma at liggja undir í sjóroki. Hesin bilflutningur vant so nógv upp á seg, at tú skuldi vera heppin at fáa bilin við, um tú ikki hevði biðið um pláss frammanundan.

Smyril IV

rætta
 

Tey, ið vildu hava bil við, tá ið tey ferðaðust millum Tórshavnar og Suðuroyar, gjørdust alsamt fleiri og skjótt var monnum greitt, at neyðugt var at útvega størri skip, ið kundi flyta nógv fleiri bilar og fólk á Suðuroyarleiðini. Tað bar á, at trongligt var umborð, og tá ið fólk og bátar skuldu flytast til tær ymsu stevnurnar kring landið, var hann mangan ov lítil. Tosað varð aftur og fram um hetta, og ymsar vóru meiningarnar, onkur vildi byggja skip, og onkur vildi keypa skip. Í 1975 var so 6 ára gamla ferjan Morten Mols keypt frá Molslinjen, og tað var eitt stórt og prýðiligt far afturímóti Smirlunum, ið verið høvdu frammanundan. Smyril varð beinanvegin settur í innanoyggjasiglingina (og uttanlandssigling !), og hetta var nakað heilt nýtt fyri suðuroyingar at sleppa norður til Havnar um morgunin og suður aftur um kvøldið. Nógv varð tosað um hetta skip í fyrstuni, sum t.d. um tað var egnað til sigling í okkara sjógvi ella ikki, so flatbotnað, sum tað var. Ikki skal dyljast, at illa rullaði tað í ringum líkindum og fór nakað langt viðhvørt. Men síðani stabilisatorarnir vóru settir í Smyril, er hann eitt heilt annað skip. Hann er farin mangan ringan hesi 23 árini, síðani hann kom til Føroya, og ógvuliga sjáldan hevur hann avlýst nakra ferð fyri veður. 4. Smyrilin siglir enn.

Smyril V

rætta

7. november 2001 varð uppskot til løgtingslóg lagt fyri tingið um at fáa nýggja suðuroyaferju. Eftir tíðarætlanini í løgtingslógaruppskotinum skuldi ferjan handast Strandfaraskipum Landsins seinast mitt í ella síðst í 2004. Skipið er seinkað nakrar ferðir av ymsum orsøkum. Men við tí, at landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu og José Luis Álvarez, skipasmiðjustjóri á skipasmiðjusamtakinum IZAR, hava gjørt ískoytissáttmála til sáttmálan um smíðingina av Smyrli, er nýggj freist sett til 15. oktober 2005. Seinkingar kosta Strandfaraskipum dýrt, tí gamli Smyril skal haldast í sigling longri. Fleiri seinkingar merkja tí fíggjarligar revsingar til skipasmiðjúsamtakið IZAR. Eftir heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, eitur nýggja skipið Smyril. Vanliga verður skipið nevnt Nýggi Smyril' og verandi skip nevnd Gamli Smyril. "Nýggi Smyril" er sniðgivin av kendu donsku rágevandi skibsverkfrøðinga fyritøkuni Knud E. Hansen A/S

Keldur

rætta

Útvortis ávísing

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið