Frederikshavn
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Danmark |
Vídd: | 648,6 km² |
Íbúgvar (2014): | 23 156 |
fyri km²: | |
Mál: | Danskt |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | www.frederikshavn.dk |
Frederikshavn, sum fyrr nevndist Fladstrand (á latínskum "Ora Plana"), er tann størsti býurin í Frederikshavn kommunu og næststørsti býur í Vendsyssel við 23.309 íbúgvum. Býurin liggur í Región Norðurjútland út til Kattegat á eysturstrondini á tí Norðurjútsku Oynni. Frederikshavn er uppkallað eftir Kong Frederik 6. og fekk keypsstaðar rættindi í 1818.
Søga
rættaTað hava búð fólk í økinum í og kring Frederikshavn í fleiri túsund ár. Fornfrøðiligar útgrevstir bera prógv um búsetur frá Steinøldini til Víkingatíðina. Tað at býurin hevur góða náttúruhavn og er væl vardur at hólmum og skerum uttanfyri og tað at býurin liggur tætt við bæði Noreg og Svøríki hevur havt stóran týdning fyri politisku, búskaparligu og hernaðarligu søguna hjá býnum. Havnin hevur gjøgnum tíðirnar verið miðdepilin í býnum við virksemi innan fiskivinnu og skipasmíð. Men eftir kreppuna í 1980'unum innan bæði fiskivinnu og skipasmíð, er býurin blivin ein vertsbýur, har eitt nú ferðavinna eisini spælir ein stóran leiklut. Danska sjóverjan hevur enn eina støð í Frederikshavn.
Havnir í Frederikshavn
rættaÍ Frederikshavn eru hesar havnir frá norði móti suðri:
- Rønnerhavn – stuttleikabátar-, jollur- og frítíðarfiskihavn
- Nordre Skanse Havn – jollu- og bátahavn
- Frederikshavn Havn – vinnu- og samferðsluhavn
- Flådestation Frederikshavn – Fysisku rammurnar hjá sjóverjuni til eitt nú OPLOG FRH
- Havítróttarhavn – stuttleikabátar-, jollur- og húsbátahavn
- Neppens Havn – jollu- og bátahavn