Albania
| |||
Tjóðarslagorð: E mos shikoni kisha e xhamia:/ feja e shqyptarit asht shqyptaria! | |||
Tjóðsangur: Rreth flamurit të përbashkuar | |||
Alment mál | Albanskt | ||
Høvuðsstaður | Tirana | ||
Forseti | Ilir Meta | ||
Løgmaður | Edi Rama | ||
Fullveldi | 1912 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
28 748 km² 4,7% | ||
Íbúgvar - tilsamans 2011 - tættleiki |
2 821 977 98,5/km² | ||
Gjaldoyra | Lek (ALL) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .al | ||
Telefonkota | +355
| ||
Albania (albanskt: Republika e Shqipërisë) ella Lýðveldið Albania er eitt lýðveldi í Suðurevropa. Høvuðsstaður er Tirana, og londinum hevur umleið 2,8 millionar íbúgvar. Albania hevur mark við 4 lond: Í norðri hevur Albania mark við Montenegro, í eystri við Kosovo og Makedónia, og í suðri við Grikkaland. Høvuðsmálið er albanskt. Stórur partur av Albania er fjallalendi.
Søga
rættaÍ øldir stóð landið undir Osmannaríkinum, og tá ið turkar fóru haðan í 1913, var Albania illa fyri á øllum økjum; har vóru hvørki vegir ella jarnbreytir, og ídnaður var eingin. Næstan alla 20. øld hevur Albania verið fasistisk kongsveldi og kommunistisk einaræðisland. Í 1991 vóru fræls val. Albanar stríðast nú við at umskipa búskapin og menna landið.
Frá 1944 til 1985 stýrdi kommunistiski einaræðisharrin, Enver Hoxha (16. oktober 1908 – 11. apríl 1985), Albania. Meðan hann stýrdi, varð landið fullkomiliga avbyrgt frá hinum londunum í Evropa. Markið til gamla Jugoslavia og Grikkalands varð stongt, og eisini varð alt samband við Italia bannað. Eftir 1960 hevði Albania bara handilssamband við Kina, og allur flutningur skuldi bara fara um teir báðar havnabýirnar Durres og Vlore. Kommunistarnir mentu stálídnaðin, men lótu landbúnaðin liggja á láni og gjørdu annars einki at menna landið.
Fólkið
rættaÆttin ella húskið hava nógv at týða í Albania, og bara fá ár eru síðan, at myndugleikarnir eggjaðu hjúnum at eiga mong børn. Frá barnsbeini verða albanar lærdir at verða orðhaldnir, á albanskum "besa". Stendur maður ikki við sítt orð, til dømis í einari handilsavtalu, er tað stór skomm.
Búskapur
rættaAlbania er ímillum allar fátækastu lond í Evropa. Lítið arbeiði er í Albania, og lønin er lág. Um triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, hin triðingurin arbeiðir í ídnaðinum og tænastuvinnuni. Seinastu árini eru mangir albanar farnir til Grikkalands og Italia at arbeiða.
Landafrøði
rættaMeginparturin av landinum er fjallalandi og einans nýtiligt sum geitar- ella seyðabeiti.
Landslutir
rættaLandslutur | Øki | Høvuðsstaður | |
---|---|---|---|
1 | Berat | Berat, Kuçovë, Skrapar | Berat |
2 | Dibër | Bulqizë, Dibër, Mat | Peshkopi |
3 | Durrës | Durrës, Krujë | Durrës |
4 | Elbasan | Elbasan, Gramsh, Librazhd, Peqin | Elbasan |
5 | Fier | Fier, Lushnjë, Mallakastër | Fier |
6 | Gjirokastër | Gjirokastër, Përmet, Tepelenë | Gjirokastër |
7 | Korçë | Devoll, Kolonjë, Korçë, Pogradec | Korçë |
8 | Kukës | Has, Kukës, Tropojë | Kukës |
9 | Lezhë | Kurbin, Lezhë, Mirditë | Lezhë |
10 | Shkodër | Malësi e Madhe, Pukë, Shkodër | Shkodër |
11 | Tirana | Kavajë, Tirana | Tirana |
12 | Vlorë | Delvinë, Sarandë, Vlorë | Vlorë |
Sí eisini
rætta- Tirana
- Evropa
- National Tourism Organization Albania's official website for travel & tourism information.