Istanbul sáttmálin

Istanbul fundurin, seinni kendur sum Istanbul sáttmálin, er ein sáttmáli sum forðar harðskapi móti kvinnum. Sáttmálin varð undirskrivaður á eini samkomu í Istanbul tann 11. Maj í 2011, og kom í gildi tann 1. August 2014. Tað var Evroparáðið, sum stóð fyri fundinum. Sáttmálin er í dag undirskrivaður av 45 londum, og er har afturat eisini undirskrivaður av ES.

tann 12 Mars 2012 gjørdist Turkaland fyrsta landið at staðfesta sáttmálan, og seinni gjørdu 33 onnur lond tað sama frá 2013 til 2019 (Albania, Andorra, Eysturríki, Belgia, Bosnia and Hersegovina, Kroatia, Kýpros, Danmark, Finnland, Estland, Frakland, Georgia, Týskland, Grikkaland, Ísland, Írland, Italia, Luksemborg, Malta, Monako, Montenegro, Niðurlond, Noreg, Norður Makedónia, Pólland, Rumenia, Portugal, San Marino, Serbia, Slovenia, Spania, Svøríki, Sveis).

Sáttmálin er vorðin mest kendur fyri, at Recep Tayyip Erdoğan tann 20. Mars 2021 tók Turkaland úr sáttmálanum, og stutt eftir hendi Sofagate gølan, har Erdogan ikki ynskti Ursulu von der Leyen við samráðingarborðið.