Sofagate

Politisk hending í millum Turkaland og Sameindu Tjóðir.

Sofagate gølan er ein politisk gøla millum Turkaland og Evropeiska Samveldið, Tá forsetin í ES-kommissiónini, Ursula von der Leyen, sum einasta kvinna í hølinum ikki varð bjóðað ein stól undir diplomatisku samráðingunum við Turkaland í Apríl 2021. Hetta vísti seg at seta eld í eitt altjóða kjak, av tí at Turkaland stutt áðrenn hevði tikið seg úr Istanbul sáttmálanum, sum tryggjaði javnseting av kynunum, og tryggjaði at mismunur ikki fór fram.

Tá forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdoğan, saman við forsetanum í ES-ráðnum Charles Michel og Ursulu von der Leyen skuldu sessast til samráðingarnar framman fyri myndatólini, so manglaði ein stólur, og sessaðust tí bert mennirnir, Erdogan og Michel. Von der Leyen varð tí noydd til at finna sær eina sofu í útjaðaranum av rúminum, sum hon síðani kundi sessast í. Bæði Erdogan og von der Leyen eru líkastillað í sínum embætisheiti, tá bæði hava heitið sum forseti, og tí áttu tey øll trý at sitið saman til samráðingarnar. Hendingin er tí av mongum sædd sum ein proklamatión frá Turkiska forsetanum um, at hann ikki ynskir at javnseta kynini tá tað kemur til politikk og at hann ynskir at fara til tað støðið, sum landið var í, áðrenn Istanbul sáttmálin varð undirskrivaður.

Slóðir úteftir

rætta