Havbúnaðarfelagið

Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri alarar í Føroyum. Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál hjá limunum. Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár. Felagið innsavnar hagtøl fyri slátur av laksi, støddarbýti og góðskuflokking. Tølini verða løgd á heimasíðuna Industri.fo regluliga.[1] Í apríl 2011 skrivaði felagið undir stuðulsavtalu við føroyska svimjaran Pál Joensen. Tað var gjørt undir marknaðarføringsheitinum “Salmon from the Faroe Islands”.[2]

Aliringar á Vágsfirði og Lopransfirði.

Alifyritøkur í Føroyum, sum eru limir í Havbúnaðarfelagnum

rætta
  • Bakkafrost Farming West P/F, Glyvrar
  • Fútaklettur P/F, Gøta

Bókaútgáva um søguna hjá føroysku alivinnuni

rætta

Í 2011 gav Havbúnaðarfelagið út bókina Ringar í sjónum, sum Helgi Jacobsen og Jógvan Edmund á Geilini skrivaðu fyri felagið. Bókin lýsir søguna hjá føroysku alivinnuni.

  • 2011 - Ringar í sjónum, Helgi Jacobsen, Forlag: Havbúnaðarfelagið, 434 síður. ISBN: 978-99918-838-0-9[3]

Keldur

rætta
  1. "Industri.fo, Um Havbúnaðarfelagið". http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=19. Heintað 2011-10-13. 
  2. "Industry.fo, Havbúnaðarfelagið undirskrivað stuðulsavtalu við Pál Joensen". http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=3533&M=News&PID=3514&NewsID=523. Heintað 2011-10-13. 
  3. "RitogRak.fo, Ringar í sjónum". http://bokhandil.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewbog2&id=2078. Heintað 2015-02-06. 

Ávísingar úteftir

rætta