EM í fótbólti
(Ávíst frá EM fótbóltur)
Evropameistaraheitið í fótbólti (EM í fótbólti) er tann týdningarmesta fótbóltskappingin fyri landslið fyri limirnir í UEFA. Henda kapping um Evropameistaraheitið hevur verið fyriskipað regluliga fjórða hvørt ár síðan 1960. Til 1976 luttóku bara fýra lið í enda umfarðinum, frá 1980 luttóku átta lond og frá 1996 luttóku sekstan lond. Londini verða funnin við einari røð av kvalifikatiónsdystum. Vertslondini fyri meistaraheitini eru altíð kvalifiseraði uttan at kappast um tað. Onkuntíð er bara eitt vertsland, men av og á eru tað tvey grannalond, sum eru vertslond saman.
Stovnað | 1960 |
---|---|
Región | Europa (UEFA) |
Tal av liðum |
24 (finalur) 55 (eligible to enter qualification) |
Núverandi meistarar | Spania (3. tittul) |
Lið við besta avriki |
Týskland Spania (3 titlar hvør) |
Heimasíða | Almenn heimasíða |
EM í fótbólti 2016 |
Byrjunarhátíðarhaldið á EM 2012 | |
Kappingar | |
---|---|