Zlatan Ibrahimović

Zlatan Ibrahimović (føddur 3. oktober 1981 í Malmö) er ein svenskur fótbóltsleikari, álopsleikari, ið til mai 2016 spældi við italska felagnum Milan. Hann hevur fyrr spælt á svenska landsliðnum, har hann var liðskipari. Hann byrjaði sína fótbóltslívsleið í svenska felagnum Malmö FF, meðan Roland Andersson var venjari har. Hann fekk so sáttmála við Ajax og gjørdist eitt kent navn, venjari var Ronald Koeman. Seinni fekk hann sáttmála við italska felagið Juventus, hann varð seldur til Juventus fyri 16 milliónir €. Í 2006 skrivaði hann undir sáttmála við rivalarnir hjá Juventus, FC Internazionale, har hann vann heiðurslønir sum t.d. Oscar del Calcio og svenska Guldbollen, hetta tíðarskeiðið spældi hann 88 dystir við Internationale og gjørdi 57 mál. Hann varð valdur til UEFA ársins lið bæði í 2007 og 2009. Á sumri 2009 varð hann seldur til Barcelona fyri 69 €, sum er næst hægsta upphæddin, ið nakar fótbóltsleikari er blivin seldur fyri. Í 2009 til 2011 spældi hann við FC Barcelona, tó var hann lántur út til A.C. Milan, har hann helt fram við kontrakt í 2011-12.

Zlatan Ibrahimović
Ibrahimovic in Doha Press Conference.jpg
Ibrahimović á eini ráðstevnu í Doha, Qatar í 2013.
Persónlig kunning
Fult navnZlatan Ibrahimović[1]
Føðingardagur (1981-10-03) 3. oktober 1981 (aldur 38)
FøðistaðurMalmö, Svøríki
Hædd1,95 m (6 ft 5 in)[2]
PlássÁlopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Milan
Ungdómsyrkisleið
Malmö BI
FBK Balkan
Malmö FF
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1999–2001Malmö FF40(16)
2001–2004Ajax74(35)
2004–2006Juventus70(23)
2006–2009Internazionale88(57)
2009–2011Barcelona29(16)
2010–2011Milan (lán)29(14)
2011–2012Milan32(28)
2012–2016Paris Saint-Germain122(113)
2016–2018Manchester United33(17)
2018–2019LA Galaxy56(52)
2020–Milan0(0)
Landslið
1999Svøríki U18[3]4(1)
2001Svøríki U217(6)
2001–2016Svøríki116(62)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. mai 2016.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 5. juni 2016
Ibrahimović á svenska landsliðnum í dysti móti Onglandi

Frá 2001 til mars 2016 hevði hann spælt 116 A-landsdystir fyri Svøríki og skorað 62 mál.

Í 2012 var hann av enska blaðnum The Guardian á einum topp-100 lista mettur at vera fimmt besti fótbóltsleikari í heiminum.[4]

HeiðurRætta

FeløgRætta

Ajax
Juventus
Internazionale
Barcelona
AC Milan
Paris Saint-Germain

Sum einstaklingurRætta

Altjóða málRætta

Mál og úrslit hjá Svøríki verða víst fyrst.[6]

TónleikaútgávurRætta

StakløgRætta

Ár Album Toppstøða
SWE
2014 "Du gamla, Du fria"
(Zlatan featuring Day)
(Framleitt av Max Martin)
[7]
13

KeldurRætta

  1. "FIFA Club World Cup UAE 2009 presented by Toyota: List of Players" (PDF). FIFA. 1 December 2009. s. 1. http://www.fifadata.com/document/fcwc/2009/PDF/FCWC_2009_SquadLists_BAR.pdf. Heintað 28 March 2014. 
  2. "Ibrahimovic Zlatan". Paris Saint-Germain. http://www.psg.fr/en/Equipe-Pro/300002/Fiche-joueur/2737/Ibrahimovic-Zlatan. Heintað 18 July 2012. 
  3. "Spelprogram – P18 Träningslandskamp" (in Swedish). Svenskfotboll. http://svenskfotboll.se/cuper-och-serier/information/?scr=table&ftid=30673. Heintað 27 August 2014. 
  4. Guardian.co.uk
  5. bbc.co.uk Zlatan Ibrahamovic: Paris St-Germain striker wins award
  6. "Zlatan Ibrahimović – Goals in International Matches". Rec.Sport.Soccer Statistics Foundation. http://www.rsssf.com/miscellaneous/ibrahimovic-intlg.html. Heintað 5 September 2014. 
  7. "Zlatan featuring Day - "Du gamla du fria" page". swedishcharts.com. Hung Medien. http://swedishcharts.com/showitem.asp?interpret=Zlatan+feat%2E+Day&titel=Du+Gamla+Du+Fria&cat=s. Heintað 13 February 2014. 

SlóðirRætta

Sí miðlasavnið