Paris Saint-Germain F.C.
Paris Saint-Germain Football Club (stytt: Paris-SG ella PSG) er eitt franskt fótbóltsfelag úr París. Felagið varð stovnað í 1970. Besta mansliðið hjá felagnum hevur spælt í bestu fransku deildini, Ligue 1, síðan 1974.
Venjarin hjá PSG er Mauricio Pochettino, sum avloysti Thomas Tuchel fyrst í januar 2021.[1]
Ognarin hjá PSG er Qatar Sports Investments, eitt íløgufelag ür Katar, sum sitandi forseti og emir í Katar, Tamim bin Hamad al-Thani, eigur. Katariska íløgufelagið keypti franska ítróttafelagið í 2011.[2]
Heiður
rættaSteyp | Ferðir | Ár |
---|---|---|
Franskur meistari (Ligue 1) | 10 | 1986, 1994, 2013, 2014, 2015, 2016, 2018, 2019, 2020, 2022 |
Franskur cupvinnari | 13 | 1982, 1983, 1993, 1995, 1998, 2004, 2006, 2010, 2015, 2016, 2017, 2018 og 2020 |
Ligacup | 9 | 1995, 1998, 2008, 2014, 2015, 2016, 2017, 2018 og 2020 |
Europacup fyri cupvinnarar | 1 | 1996 |
Slóðir úteftir
rætta- Almenna heimasiðan (psg.fr): á enskum, á fronskum
- PSG E-Sports Archived 2020-08-23 at the Wayback Machine (á enskum)
- Paris Saint-Germain, uefa.com (á enskum)