Wikipedia:Mánaðargreinin/mars 2016

Carl Jóhan Jensen
Carl Jóhan Jensen

Carl Jóhan Jensen (føddur 1957) er ein føroyskur rithøvundur. Hann hevur tríggjar ferðir fingið Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, tað var í 1989, 2006 og 2015, og fýra ferðir hava bøkur hansara verið tilnevndar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, í 1991, 1998, 2007, 2008 og 2016. Í 2007 var tað bókin Ó - Søgur um djelvulskap, sum var tilnevnd og í 2008 var tað yrkingasavnið September í bjørkum sum kanska eru bláar ið varð tilnevnt, í 2016 er tað fyri skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri. Carl Jóhan vaks upp í Havn. Í 1973 flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv í 1976. Síðan flutti hann heimaftur til Føroya, har hann eitt nú starvaðist sum blaðmaður. Frá 1979 til 1981 las hann føroysk á Fróðskaparsetrinum. Frá 1981 til 1987 las hann íslendskt mál og bókmentir í Reykjavík. Í 1990 tók hann prógv sum cand.phil. í føroyskum máli og bókmentum. Hann er giftur avstralsku Kate Sanderson, saman eiga tey tveir synir. Kate hevur starvast fyri Føroya landsstýri í fleiri ár, og í 2012 gjørdist hon sendikvinna Føroya í ES. Síðan 2012 hava tey búð í Brússel, vegna starv hennara. Carl Jóhan útgav sítt fyrsta yrkingasavn í 1977. Hann hevur útgivið yrkingar, skaldsøgur og eitt ritsavn. Harumframt hevur hann týtt fleiri tekstir til føroyskt.