Vága Floghavn

føroyski høvuðsstaðurinouvikbo
(Ávíst frá Vága floghavn)

Vága Floghavn er einasti flogvøllur í Føroyum, og er hann staðsettur i Vágunum omanfyri Sørvág. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar.

Flogtornið á Vága floghavn
Staðseting av Vága Floghavn á føroyakorti sæst sum tað reyða flogfarið á kortinum

Flogfør flúgva hvønn dag ímillum Føroyar og útlondini.

Søgan

rætta

Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir Seinna heimsbardaga. Fyrst í sekstiárunum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið stórur, at farið varð undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk. 1. juli 1963 læt floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani 1977 hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.

Atlantic Airways fór í 1988 at flúgva millum Danmarkar og Føroya. Fyrstu tíðina átti danskt felag í flogfelagnum. Seinni gjørdist tað føroyskt burturav og flýgur nú eisini til t.d. Noregs, London, Reykjavíkar og Barcelona.

Í 7 mánaðir í 2006 fleyg FaroeJet millum Vága Floghavn og Kastrup floghavn, men gavst við hesum vegna fíggjarligum trupulleikar.

Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá 1963 til 30. apríl 2007. 1. mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn. Frá sama degi varð floghavnin landsstovnur undir Vinnumálaráðnum. Frá 24. juli 2008 hevur floghavnin verið skipað sum partafelag við Landsstýrinum sum einasta eigara. [1]

Tann 3. desember 2011 varð longing av flogbreytini liðug[2]. Flogvøllurin fór tá frá at vera 1.200 m til at vera 1.799 m til longdar. 17. juni 2014 var nýggj farstøð tikin í nýtslu, teknað av Selmar Nielsen, arkitekti.

Ferðsla um flogvøllin

rætta

Ferðslan um flogvøllin er yvirhøvur vaksin tíðina síðani hann opnaði fyri sivilari flogferðslu í 1963.

Í 1963 flugu 946 persónar um flogvøllin, og fór ferðslan upp um 10.000 fólk í 1967. Í 1979 flugu fyri fyrstu ferð yvir 50.000 ferðafólk um flogvøllin, í 1988 fór ferðafólkatalið uppum 100.000, men fall tað aftur í samband við búskaparkreppuna í fyrru helvt av 90-árunum. Í 2001 fór ferðafólkatalið fyri fyrstu ferð upp um 150.000, meðan ferðafólkatalið fór upp um 200.000 fyri fyrstu ferð í 2006. Í 2011 flugu 203.499 um Vága floghavn.

Ferðslan um Vága floghavn í miðal fyri hvørt 5 ára tíðarskeið síðani hann opnaði hevur verið[3]:

Tíðarskeið Miðalferðsla
per ár
1963-1964 1674
1965-1969 10685
1970-1974 27688
1975-1979 41614
1980-1984 57410
1985-1989 91662
1990-1994 90990
1995-1999 115388
2000-2004 157482
2005-2009 206898
2010-2011 201744

Keldur

rætta
  1. "www.fae.fo: "Søgan"". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-04-22. https://web.archive.org/web/20140422231740/http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12844. Heintað 2012-09-16. 
  2. "www.fae.fo: "Almenn móttøka á flogvøllinum"". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-05-31. https://web.archive.org/web/20130531080641/http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12451&NewsItemID=12265. Heintað 2012-09-13. 
  3. www.fae.fo: "Hagtøl" Archived 2012-03-05 at the Wayback Machine (vel "Ár" og síðani frá "1963" og rokna miðaltøl)
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið