Tann 41. Talvolympiadan, varð fyriskipað av Fédération Internationale des Échecs (FIDE) og hevði ein opnan bólk og ein bólk fyri kvinnur. Í opna bólkinum kunnu bæði kyn luttaka, men oftast eru tað bert menn ið luttaka í opna bólkinum. Talvolympiadan 2014 fór fram í Tromsø, Noreg frá 1. – 14. august 2014.[1] Fyriskiparin var Chess Olympiad Tromsø 2014 AS ið stóð fyri kappingini vegna FIDE.

41. Talvolympiadan
Tíðarskeið 1 august 2014 (2014-08-01)–14 august 2014 (2014-08-14)
Luttakarar 1.570 (881 í opnum bólki og 689 í kappingum fyri kvinnur)
Lið 177 (Opin)
136 (Kvinnur)
Tjóðir 172 (Opin)
131 (Kvinnur)
Høll Mackhallen
Staður Tromsø, Noreg
Meistarar
Lið
Opin 1st  Kina
2nd  Ungarn
3rd  India
Kvinnur 1st  Russland
2nd  Kina
3rd  Ukraina
Einstaklingar
Opin

Fólkalýðveldið Kina Yu Yangyi

Kvinnur Georgia (land) Nana Dzagnidze

Úrslit rætta

 
Yu Yangyi úr Kina vann gull í einstaklingakappingini í opnu kappingini.
Opin kapping
# Land Telvarar Meðal
rating
MP dSB
1   Kina Wang Yue, Ding Liren, Yu Yangyi, Ni Hua, Wei Yi 2699 19
2   Ungarn Lékó, Balogh, Almási, Rapport, Polgár 2703 17 372.0
3   India Negi, Sethuraman, Sasikiran, Adhiban, Lalith Babu 2631 17 371.5
4   Russland Kramnik, Grischuk, Svidler, Karjakin, Nepomniachtchi 2773 17 352.0
5   Aserbadjan Mamedyarov, Radjabov, Mamedov, Safarli, Guseinov 2694 17 345.0
6   Ukraina Ivanchuk, Ponomariov, Eljanov, Korobov, Moiseenko 2723 16 377.5
7   Kuba Domínguez, Bruzón, Quezada, Ortiz, González 2629 16 361.0
8   Armenia Aronian, Sargissian, Movsesian, Akopian, Kotanjian 2705 16 350.5
9   Ísrael Gelfand, Rodshtein, Smirin, Sutovsky, Postny 2683 16 348.0
10   Spania Vallejo, Guijarro, Salgado, Illescas, Vázquez 2640 16 334.5

Allar borð-virðislønir vórðu lætnar sambært performance ratings. Yu Yangyi á triðja borði hevði bestu performance av øllum telvarunum í kappingini:

Føroyskir telvarar á Talv-OL 2014 rætta

Føroysku telvararnir ið luttóku fyri Føroyar á Talvolympiaduni 2014 vóru: IM Helgi Dam Ziska (2507), IM John Arni Nilssen (2322), IM John Rødgaard (2361), Olaf Berg (2320) og føroyameistarin frá Talv-FM 2014, Høgni Egilstoft Nielsen (2256). Finnbjørn Vang var ferðaleiðari. Áðrenn Talv-OL 2014 byrjaði, var føroyska liðið styrkismett sum nummar 72 av 178 liðum.[2]

Keldur rætta