Suðuroyggjar ella Hebridurnar eru tveir oyggjabólkar vestanfyri Skotland. Í Suðuroyum er størsti býurin Stornoway. Oyggjarnar vóru einaferð undir norskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.

Suðuroyggjar eru í útnyrðing av Skotlandi og kallast nú vanliga Hebridurnar.

Søga rætta

Hetland, Orknoyggjar og Hebridurnar ella Suðuroyar, sum norðbúgvar kallaðu tær, vóru í gomlum døgum í tí norska ríkinum eins og Føroyar, Grønland og Ísland. Landið kom undir Skotlands kong, tá ið Kristian 1. var kongur í Danmark-Noregi. Hann setti oyggjarnar í veð til kongin av Skotlandi fyri heimanfylgju, sum dóttir hansara, sum var gift skotska konginum, skuldi hava. Veðið var ongantíð loyst. Seinni kom Hetland, saman við Skotlandi, undir kongin av Onglandi.

Íslendsku miðalaldarsøgurnar vita at siga frá fleiri víkingahøvdingum har tíðliga í 9. øld. Mætastur av høvdingunum í 9. øld var norðmaðurin Ketil Flatnev. Tað mesta av ættfólki hansara flutti til Íslands og onkur til Føroya. Landnámabók sigur, at Ketil legði allar Suðuroyar undir seg og gjørdi seg til høvdinga yvir teimum. Sum heild var trýstið móti Suðuroyum stórt alla tíðina - frá Mann, Dublin, Skotlandi og orknoyajøllunum. Um ár 1100 komu tær undir Noregs kong, og í 1266 lótu norðmenn skotska konginum fyrisitingina av oyggjunum.

Landafrøði rætta

Samfelag rætta

Mál rætta

Gæliskt er móðurmál hjá stórum parti av fólkinum á ytru Hebridunum, og gæliskt er lærugrein í skúlanum. Undirvísingin fer tó mest fram á enskum. Fólkið, sum fyrr talaði norrønt mál, talar nú enskt.

Átrúnaður rætta

Norðari helmingur av Hebridunum er fyri tað mesta protestantiskur, syðri helmingur fyri tað mesta katólskur. Norðurendin á South Uist og Benbecula er blandingsøki, har summi eru protestantar, onnur katolikkar.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið