Ytru Suðuroyggjar (Ytru Hebridurnar) við tí stóru tvíoynni Lewis og Harris eru tann størsti oyggjabólkurin og tann syðsti í Norðuratlantshavi. Góðir 10 fjórðingar eru til Innaru Suðuroyggjar, ið liggja benleiðis við meginlandið. Ytru Suðuroyggjar eru sum heild lágar, og vesturættin stendur nógv inn á oyggjarnar. Hóast tær liggja so sunnarlaga, er ikki so nógv dyrkað har sum t.d. í Orknoyggjum. Oyggjarnar hava áður verið undir Norra.

Ytru Suðuroyggjar eru 70 í tali, og fólk býr í 15 oyggjum. Tær fevna um norðan ífrá: Lewis og Harris, sum í grundini eru ein oyggj. Sunnanfyri eitt sund eru síðani Berneray, North Uist, Benbecula, South Uist og Eriskay, ið allar eru sambundar við byrgingum. Sunnanfyri Barrasund er oyggin Barra, og einar 40 fjórðingar vestur úr North Uist er St Kilda.

Sí eisini

rætta


* Rona