Miðamerika er smalt eiði ímillum Meksiko fyri norðan og Suðuramerika fyri sunnan. Meginparturin er fjallalendi suður ígjøgnum landið, og har eru nógv gosfjøll. Í Karibiahavi úti fyri eysturstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Málið, søgan og mentan í Miðamerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í Miðamerika.

Kort av Miðamerika.

Lond í Miðamerika rætta

Navn á øki,
við flaggi
Vídd
(km²)
Íbúgvar
(1 July 2005 est.)
Tættleiki
(per km²)
Høvuðsstaður
  Belis 22.966 291.000 14 Belis
  Kosta Rika 51.100 4.327.000 85 San José
  El Salvador 21.040 6.881.000 327 San Salvador
  Guatemala 108.890 12.599.000 116 Guatemala býur
  Honduras 112.492 7.205.000 64 Tegucigalpa
  Nikaragua 129.494 5.487.000 42 Managua
  Panama 75.517 3.232.000 43 Panama býur
Tilsamans 521.499 40.001.000 77
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið