Norðoyatunnilin er undirsjóvartunnil, ið gongur undir Leirvíksfjørð og bindur saman Eysturoy og Borðoy. Norðoyatunnilin er við sínum 6.300 metrum longsti tunnil í Føroyum. Hann er annar undirsjóvartunnil í Føroyum eftir Vágatunnilin. Norðoyatunnilin læt alment upp 29. apríl 2006.

Norðoyatunnilin, innkoyring Eysturoyarmegin
Tunnilin er á lægsta punkti prýddur við ljóslist hjá Trónda Paturssyni

Bygging av Norðoyatunlinum

rætta

Ítøkiligu ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið. Árið fyri hevði verkfrøðingurin á Landverkfrøðinginum, Heini Olsen, gjørt eina leystliga heildarætlan um, hvar undirsjóvartunlar kundu vera gjørdir.

At royndir vórðu tiknar í Leirvíksfirði longu í 1988 staðfestir, at hildið hevur verið, at tað mundi fara at loysa seg at fremja júst hesa ætlanina. Fimtan ár eftir fyrstu ítøkiligu kanningarnar er farið undir at gera nýggju farleiðini, ið knýtir saman Norðuroyggjar og Eysturoy.

Í septembur í 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin eysturoyarmegin. Í Leirvík verður borurin settur í í 18. desembur 2003. Borðoyarmegin var farið at borað 20. apríl 2004.

Sprongdir vóru 410.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Brúkt vóru 1.100 tons av spreingievni. 1.800 tons av betongi vóru brúkt í tunlinum til at tetta lekar.[1]

Tilsamans var tunnilsarbeiðið mett at kosta 355 milliónir kr. Endaligi kostnaðurin endaði við at vera 395 mio. kr. Landsstýrið rindaði 235 milliónir við partapeningi, ið varð goldin við 30 mió. kr. í 2001, 32,5 mió. kr. í 2002, 32,5 mió. kr árliga árini 2005-2008, og síðanini 42,5 mió. kr. Í 2009[2]. Munurin verður fíggjaður við nýtslugjaldi. Pf. Norðyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin. Tá fellur hann til landið.

Tekniskar dátur

rætta

Tunnilin er 6,3 kilometrar til longdar. Djúpasta punktið er 150 metrar undir havyvirflatanum. Dýpdin í sjónum er í mesta lagi 103 metrar. Mesta hall er umleið 6%.[1]

Tvær mótkoyrandi breytir eru í tunlinum, ið er 10 metur breiður og 4,6 metur høgur[3].

Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Norðoyatunlinum er 195 l/min/km[1]. Pumpur leiða vatnið burtur so hvørt. Ein brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka vatni, um pumpurnar ganga fyri.

Ferðsla

rætta

Ferðslan í Norðoyatunnilinum síðani hann opnaði hevur verið hendan[4]:

Ár Ferðsla Ferðsla/dag
2006 448.884* 1.824*
2007 662.828 1.816
2008 694.398 1.908
2009 698.460 1.913
2010 707.202 1.968
2011 727.316 1.993
2012 747.368 2.053

Legg til merkis, at ferðslan í 2006 vóru bara fyri tann partin av árinum, sum tunnilin var opin.

Til samanberingar, so vóru flutt nakað omanfyri 100.000 akfør um Leirvíksfjørð í 2005[4].

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. 1.0 1.1 1.2 "Tunnil.fo: "Um Norðoyatunnilin"". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-06-09. https://web.archive.org/web/20150609141321/http://www.tunnil.fo/Default.aspx?pageid=6375. Heintað 2013-04-26. 
  2. Fíggjarlógin 2008[deyð leinkja]
  3. "Frágreiðing til ársaðalfundin 2003" hjá Norðoyatunnilin pf s.3
  4. 4.0 4.1 www.tunnil.fo: "Ársfrágreiðing 2012", s.7[deyð leinkja]
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Uttanhýsis slóðir

rætta