Í Føroyum eru 20 tunlar, harav 3 undirsjóvartunlar. Hvalbiartunnilin var fyrsta berghol í Føroyum. Tað var liðugt í 1963. Hann er millum Trongisvág og Hvalba. Nógvir aðrir tunlar eru eisini í Føroyum, t.d. 13 vatnorkutunlar. Fyrsti vatnorkutunnilin í Føroyum er stívliga 100 m og gongur ígjøgnum ein heygg millum Ryskivatn og rørini, sum vórðu løgd oman í Botn vestantil á Suðuroynni, har fyrsta ravmagnsverk varð bygt í 1921. Longsti vatnorkutunnilin í Føroyum er ein vatnorkutunnil í Eysturoynni, hann er 6,6 km langur úr Norðskála í Eiðisvatn. Longsti vegatunnil í Føroyum er Eysturoyartunnilin við 11.200 metrum.

Vágatunnilin.
Hvannasundstunnilin.

Yvirlit yvir tunlar í Føroyum

rætta

Koyritunlarnir í Føroyum eru hesir:[1]

Navn Byggiár Longd (m) Koyribreytir Fríhædd (m)
Hvalbiartunnilin 1963 1450 1 3,2
Árnafjarðartunnilin 1965 1680 1 2,8
Hvannasundstunnilin 1967 2120 1 2,8
Sandvíkartunnilin 1969 1500 1 3,2
Norðskálatunnilin 1976 2520 2 4,5
Leynartunnilin 1977 760 2 4,5
Villingadalstunnilin 1979 1193 1 3,4
Mikladalstunnilin 1980 1082 1 3,7
Ritudalstunnilin 1980 683 1 3,8
Trøllanestunnilin 1985 2248 1 3,5
Leirvíkartunnilin 1985 2238 2 4,6
Kunoyartunnilin 1988 3031 1 4,3
Kollfjarðartunnilin 1992 2816 2 4,6
Sumbiartunnilin 1997 3240 2 4,3
Vágatunnilin 2002 4900 2 4,6
Gásadalstunnilin 2005 1410 1 4,6
Norðoyatunnilin 2006 6300 2 4,6
Hovstunnilin 2007 2437 2 4,6
Viðareiðistunnilin 2016 1939 2 4,6
Eysturoyartunnilin 2020 11200 2 4,6

Íroknað í hesum lista eru ikki onnur sløg av tunlum enn koyritunlar, til dømis vatnsavningartunlar ísv. vatnorkuverk.

Uppskot um nýggir tunlar

rætta

Nógv uppskot hava verið um nýggjar tunlar í Føroyum millum ár og dag. Í 2007 gjørdi Landsverk "Heildarætlan 2008-2020", ið m.a. lýsti ymsar nýggjar tunlar, herundir longdir, kostnað og netto samfelagsvirði av ymsum nýggjum tunlum. Niðurstøðurnar í heildarætlan 2008-2020" viðv. nýggjum tunlum vóru:[2]

Tunnil Longd (m) Kostnaður (mió. kr.) Nettonytta (mió. kr.) Stutt frágreiðing
Nýggjur Hvalbiartunnil 2120 155 -150 Nýggjur Hvalbiartunnil (2120m) og nýggjur vegur í Hvalba
Tunnil til Dals 3060 125 -145 Nýggjur Dalstunnil (3060) og nýggir vegir báðumegin
Tunnil um Sandarlíð 380 40 -51 Nýggur og dagførdur vegur, tunnil (380 m) um mittasta teinin
Sandoyartunnil 10800 676 -384 Undirsjóvartunnil millum Gomlurætt og Sandoy, ferja til Hest
Tjørnuvíkartunnil 1360 64 -75 Nýggjur Tjørnuvíkartunnil (1360) við vegum
Tunnil Norð um Fjall (Klaksvík-Norðdepil) 3040 263 -283 Nýggir tunlar, uml. sama stað sum núverandi, dagf. av vegunum (+vegur um Klaksv.)
Kambsdalstunnil 3000 171 2367 (íroknað Eysturoyartunnil) Eins gott alternativ er Gøtudalstunnil

Keldur

rætta
  1. landsverk.fo: "Tunlar"
  2. Landsverk: Heildarætlan 2008-2020 fylgiskal 2: Kostnyttu rokning og greining av avleiðingum, Landsverk 2007 (PDF-skjal Archived 2016-11-05 at the Wayback Machine)

Slóðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið