Lat upp høvuðsmeny
Vágatunnilin, Streymoy

Vágatunnilin er undirsjóvartunnil, ið gongur undir Vestmannasund og bindur saman Streymoy og Vágoy, og loyvir hann beinleiðis koyrisamband úr meginøkinum til og frá Vága Floghavn. Vágatunnilin er fyrsti undirsjóvartunnil í Føroyum. Hann læt alment upp 10. desember 2002.

Byggingin av VágatunlinumRætta

Tankin um fast samband um Vestmannasund røkkur langt aftur í tíðina. Fram til 1989 gjørdi Landsverkfrøðingurin kanningar, sum í stóran mun eru grundarlagið undir tí arbeiði, sum seinni varð gjørt. Farið varð at rigga til veturin 1988, og setast skuldi á tunnilsgerðina í apríl 1989, men steðgur kom í, tá búskaparkreppan skolaði yvir landið. Tíggju ár skuldu ganga, áðrenn ætlanini aftur varð lív lagað.

Í 1999 varð partafelagið Vágatunnilin P/F stovnað við Landsstýrinum sum einasta partaeigara. Harvið varð gongd sett á aftur arbeiðið at gera fast samband um Vestmannasund. Byrjað varð at bora streymoyarmegin hin 28. september 2000[1], og vágamegin varð fyrsta skotið latið 27. februar 2001[2]

Sprongdir vóru 327.000 kubikkmetrar til tunnil o.a. Grótið úr tunlinum fór til vegagerðina og til havnargerð í Kollafirði. Brúkt vóru 850 tons av spreingievni. 1000 tons av betongi vóru brúkt í tunlinum til at tetta lekar.[3]

Ætlaði kostnaðurin var 240 mió. krónur í 1999-prísum uttan byggirentu og fíggjarkostnað. Endaligi kostnaðurin gjørdist 280 mió. kr. íroknað byggirentur og fíggjarkostnað.[3]. Føroya Løgting játtaði 160,3 mió. krónur til tunnilsgerðina árini 1998-2005[4]. Restin verður fíggjað við brúkaragjaldi. 

Tekniskar dáturRætta

Vágatunnilin er 4,9 km langur. Av hesum eru umleið 2,5 km undir Vestmannasundi. Vágamegin er atkomuvegurin 1,8 km. Atkomuvegurin streymoyarmegin er 300 m. Á djúpsta punkti er hann 105 metur undir sjóvarmálanum, og dýpið á sjónum er í mesta lagi 60 metur.[3]

Tvær mótkoyrandi farbreytir eru í tunlinum, sum er góðar 10 m breiður. Sjálv akbreytin er 7 m breið. Steðgipláss eru til persónbilar fyri hvørjar 500 m, og til størri akfør eru trý steðgipláss.

Mest loyvdi lekin í einum undirsjóvartunli av hesum slag er 300 litrar um minuttin fyri hvønn kilometur. Lekin í Vágatunlinum er 85 L/min/km, so hetta er minni enn triðingurin av hægst loyvda lekanum.[3] Pumpur leiða vatnið burtur so hvørt. Ein 50 m langur brunnur er gjørdur á lægsta staðnum, sum í neyðstøðu skal kunna taka alt vatnið í góð tvey samdøgur, um pumpurnar ganga fyri.

FyrimunurRætta

Ein av fyrimununum við føstum sambandi er, at tað nú er skjótari at sleppa til og úr Vágum. Fyrr máttu útvið tveir tímar setast av til teinin millum Sørvág og Tórshavn við bíðitíð og sigling. Við undirsjóvartunli er vegalongdin stytt 10 km og flutningstíðin er undir ein tíma.

Fyri vágafólk hevur undirsjóvartunnilin við sær, at sambandið við meginøkið gerst ómakaleyst. Hugsast kann, at fleiri fólk velja útbúgving og møguliga arbeiði í meginøkinum, tí tað ikki longur krevur flyting. Tunnilin bøtir eisini um trygdarkensluna, við tað at tíðin til Landssjúkrahúsið er vorðin stytri.

Vinnuliga er talan um betri samband til kundan og marknaðin hjá fyritøkum í Vágum. Kundagrundarlagið verður víðkað. Hinvegin er tað eisini ein avbjóðing, at tað er vorðið lættari hjá vágafólki at leita sær tænastur og tilboð aðrastaðni.

Fyri føroyingar sum heild lættir undirsjóvartunnilin eisini um, við tað at ferðasamband føroyinga til umheimin í høvuðsheitum gongur umvegis flogvøllin í Vágum. Sambandið við umheimin er sostatt vorðið liðiligari og lættari.

FerðslaRætta

Ferðslan í Vágatunnilinum síðani hann opnaði hevur verið hendan[5]:

Ár Ferðsla Ferðsla/dag
2003 359.440 985
2004 375.958 1.033
2005 422.920 1.159
2006 524.992 1.438
2007 563.188 1.543
2008 576.956 1.585
2009 585.826 1.605
2010 580.750 1.591
2011 593.178 1.625
2012 594.384 1.633

Til samanberingar, so vóru flutt nakað omanfyri 100.000 akfør um Vestmannasund í 2002[6].


Sí eisiniRætta

KeldurRætta

Útvortis ávísingRætta