Maersk Line er eitt danskt bingjureiðarí við høvuðssæti í Keypmannahavn. Danska samtakið (konsortium) A.P. Møller - Mærsk eigur 100 % av partapeninginum, og felagið er heimsins størsta innan flutgning av ISO-bingjum. Reiðaríið ræður yvir meir enn 600 skipum við einum samlaðum kapasiteti, sum er 1 900 000 TEU (Twenty-foot Equivalent Units). Í juli 2011 átti Maersk Line 198 skip. Nógvir føroyingar hava siglt og sigla enn við Mærsk skipunum hjá A. P. Møller.

Maersk Line
Bingjuskipið "Emma Mærsk" í Aarhus Havn.
Slag av virkiPartafelag
Stovning1928
StovnariA.P. Møller
HøvuðssætiDanmark Keypmannahavn, Danmark
LyklafólkSøren Skou forstjóri
ÍdnaðurReiðarí
VørurFarmaflutningur av ISO-bingjum
Søluinntøka110,5 mia. dkr (2009)
Úrslit11,2 mia. dkr (2009)
Starvsfólk24 500 (2010)
MóðurfelagA.P. Møller - Mærsk
DótturfeløgSafmarine o.fl.
Cvr-nr32345794
Netsíðamaerskline.com

1920 – 1970

rætta

Í 1920'unum fór Arnold Peter Møller at kanna møguleikarnar fyri at stovna regluliga rutu við farmaskipum, tí hann metti ikki, at sokallaði trampfarturin, har man sigldi við farmi sum best bar til, hevði nakra framtíð fyri sær. Fyrsta avtalan varð gjørd við Ford Motor Company, og tann 12. juli 1928 fór M/S Leise Maersk úr Baltimore á sína fyrstu ferð frá amerikansku eysturstrondini via Panamakanalina til Fjareystur og aftur. Lastin var samansett av billutum frá Ford og øðrum stykkjagóðsi.

Seinni heimsbardagi var av, var flotin av virkisførum skipum betýðuligt minkaður, tí reiðaríið hevði mist nógv skip av krígsávum, og onnur skip vóru niðurslitin, tí stríðandi partarnir høvdu brúkt tey til krígsendamál. A.P. Møller umskipaði Maersk Line, tí hann vildi skjótt í gongd aftur við siglingina fyri ikki at missa marknaðarpartar til kappinganeytarnar. Skipið Chastine Mærsk tók uppaftur mánaðarligu ruturnar hjá reiðarínum á tí sokallaðu "Panama-linjuni" eftir kríggið, tá hon tann 16. marts 1946 stevndi út frá New York við kós móti Manila og Shanghai.

Fyrst í 1950'unum víðkaði felagið virksemið sítt við rutum til Japan, Tailand, India, Indonesia og Hongkong, eins og fleiri skip vórðu sett í rutur, sum gingu "jørðina runt". Í 1958 komu vesturafrikanskar havnir við á rutukortið við sambandi til havnir í Japan og á amerikansku eysturstrondini. Í 1968 fór Maersk undir eitt samstarv við japanska reiðaríið Kawasaki Line um rutu millum Antwerpen í Belgia og havnir í Fjareystri eina ferð um vikuna.

1970 – 2011

rætta

Bingjuflutningur byrjar

rætta

Tann fyrsta bingjan (konteynarin) varð flutt sjóvegis í 1956, tá amerikanska felagið Sea-Land Service flutti fleiri bingjur frá Port Newark í New Jersey til Houston við skipinum Ideal X. 10 ár seinni gjøgnumførdi Sea-Land tann fyrsta altjóða sjóflutningin við bingjum nakrantíð.

Í 1973 fór Maersk Line málrættað at leggja dent á bingjuflutning, tá ein deild, nevnd Maersk Container Line, varð stovnað. Henda deild skuldi byggja upp eina skipan, ið skuldi røkja nýggja virkisøkið hjá reiðarínum og fyrireika komuna av 9 bíløgdum bingjuskipum, ið skuldu latast í 1975 og 1976. Sama ár fekk reiðaríið eyðkendu sjeytentu stjørnuna hjá Mærsk sum búmerki (logo), og hetta hevur verið búmerkið síðan. Hetta var tá størsta einstaka íløgan, ið A.P. Møller hevði gjørt, og var hon yvir 2 milliardir danskar krónur fyri skip, bingjur, útbygging av flutningsterminalum og marknaðarføring. Tá høvdu størstu kappingarneytarnir longu flutt bingjur sjóvegis í fleiri ár.

Adrian Mærsk bleiv fysta bingjuskipið í flotanum hjá Maersk Line. Tað hevði ein kapasitet uppá 1 400 TEU og fór jomfrúferð sína tann 5. september 1975 frá Port Newark. Skipið skifti navn fleiri ferðir, og eftir 31 ára drift í ljósabláu mærsklitunum bleiv tað í 2006 selt undir navninum Maersk Alaska.

Havnarterminalar

rætta

Bingjuskipini vóru eitt nýtt skipaslag, og hetta kravdi umfatandi broytingar av atløguviðurskiftunum í havnunum fyri at kunna innskipa og avskipa bingjurnar, ið skjótt gjørdust vælumtóktar í sjóvegis vøruflutningi. Í fyrstuni leigaði Maersk Line ein part av einum verandi kaiøki, har felagið oftast hevði einarætt til økið, har tað sjálvt bygdi sín egna havnarterminal við serligum bingjukranum, innandura og uttandura økjum til goymslu og haraftrat skrivstovuhølum.

Virksemið hjá reiðarínum í havnadrift bleiv leypandi víðkað og kom við tíðini til at umfata bæði fullan og partvísan ognarskap í havnarterminalum. Í 2001 bleiv alt havnavirksemið hjá A.P. Møller – Mærsk savnað í sjálvstøðuga felagið APM Terminals. Í 2011 hevði felagið virksemi í 61 havnum ella terminalum í 33 londum, og 24 000 starvsfólk í 63 londum.

Uppkeyp

rætta

Maersk Line hevur gjørnum árini uppkeypt fleiri kappingarneytar við sokallaðum 'stórkeypum'.

Østasiatiske Kompagni (ØK)

Í 1993 tók Maersk yvir alt reiðaravirksemið í danska Østasiatiske Kompagni (ØK). Í samband við yvirtøkuna av skipunum, rutunum, bingjunum og nógvu starvsfólkunum hjá ØK segði Mærsk Mc-Kinney Møller: "Jeg er trist og ked af, at ØK må opgive sine historiske søfartsaktiviteter, men jeg håber vores beslutning er positiv i national forstand." Hetta fór fram, meðan ØK var í stórum fíggjarligum trupulleikum, og ognarskapurin kundi farið á útlendskar hendur.

Sea-Land Service

Í juli 1999 kunngjørdi amerikanska felagið CSX Corporation ætlan sína at selja útlendska virksemið hjá reiðarínum Sea-Lands og tilhoyrandi skip og hartil nýtslurættin til navnið "Sea-Land" til Maersk Line. Sølan bleiv gjøgnumførd í desember 1999, og reiðaríið skifti hareftir navn til "Maersk Sealand". Hetta navnið bleiv í 2006 havnað og skift aftur til núverandi navn.

Sí eisini

rætta

Slóðir

rætta