Landbúnaðarmálaráðharrar í Føroyum
Landbúnaðarmálaráðharrin ella landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum var ein ráðharrasessur í Føroya landsstýri frá 1959 til 1998, men aldri við egnum aðalráði. Síðan 1998 hava landbúnaðarmál hoyrt undir fiskimálaráðharran. Áðrenn hetta vóru landbúnaðarmál ofta savnaði saman við fiskivunnu- ella ídnaðarmálum.
Tíðarskeið | Navn | Flokkur | Aðalráð |
---|---|---|---|
1959–1963 | Niels Winther Poulsen | Sjálvstýrisflokkurin | Kommunu-, skúla- og landbúnaðarmálaráðið |
1963–1967 | Karsten Hoydal | Tjóðveldisflokkurin | Ídnaðar- og landbúnaðarmálaráðið |
1967–1968 | Kristian Djurhuus[1] | Sambandsflokkurin | Fíggjar-, landbúnaðar- og fiskimálaráðið |
1970–1975 | Peter F. Christiansen | Sambandsflokkurin | Fíggjar- og landbúnaðarmálaráðið |
1975–1981 | Dánjal Pauli Danielsen | Fólkaflokkurin | Handils-, landbúnaðar- og skúlamálaráðið[2] |
1981–1985 | Páll Vang | Fólkaflokkurin | Landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálaráðið |
1985–1989 | Jógvan Durhuus | Tjóðveldisflokkurin | Landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðið[3] |
1989–1991 | Olaf Olsen | Fólkaflokkurin | Ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálaráðið |
1991–1993 | John Petersen | Fólkaflokkurin | Fiski- og landbúnaðarmálaráðið |
1994–1995 | Óli Jacobsen | Verkamannafylkingin | Ídnaðar-, handils-, vinnu-, arbeiðs-, landbúnaðar-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið |
1995–1996 | Axel H. Nolsøe | Verkamannafylkingin | Ídnaðar-, handils-, vinnu-, arbeiðs-, landbúnaðar-, trygdar-, rættar- og politimálaráðið |
1996–1998 | Ivan Johannesen | Sambandsflokkurin | Vinnu-, alivinnu- og landbúnaðarmálaráðið |