Lat upp høvuðsmeny

Peter Ferdinand Christiansen (føddur 22. september 1923 í Tórshavn, doyði 2012) var blaðstjóri og politikari fyri Sambandsflokkin.

Peter F. Christiansen fekk realprógv í 1939 og fekk seinni handilsskúlaútbúgving. Hann starvaðist í Landshandlinum p/f 1941-47 og var hann stjóri á Dimmalætting 1947-99. Hann sat í nevndini í Filmseftirlitinum 1976-96.

Hann sat í Tórshavnar býráð árini 1965-1970 og 1976-1984, harav var hann borgarstjóri í kommununi 1968-1969. Peter F. Christiansen var løgtingslimur í 1966-1970 og varatingmaður í 1984. Í 1970-1975 var hann landsstýrismaður i fíggjar- og landbúnaðarmálum.

KeldurRætta

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 262 (PDF)