Norðurlendsk krossfløgg, norðurlendska krossmerkið, skandinaviski krossurin er flaggsnið, sum vanliga verður samborðið við fløgg norðurlanda, haðani upprunin eisini stavar. Norðurlond flest hava flagg av slíkum sniði, tó undantikin eru Grønland og Sámaland. Krossurin umboðar kristindóm, og er hann avmyndaður á grikskan hátt. Fyrsta flagg við hesum sniði er hitt danska, Danabrók; síðani, Svitjóð, Noreg, Finnland, Ísland, og síðani Føroyar og Áland. Noregs flagg var hitt fyrsta trílitta norðurlendska krossmerkið. Hóast øll nevndu fløggini bera sama upprunasnið, hava tey øll serstaka søgu og serstakt myndamál.

Krossmerki.

Nøkur av fløggunum í hesum lista hava ikki vunnið almenna viðurkenning. Leggið eisini til merkis, at lutføll, snið og støddir vísa frábrigdi, eisini hóast flaggið er hitt sama bert til annað endamál.

Forboð

rætta

Fløgg við kristnum súmbolum, s.s. krossinum, kunna enda við at vera forbjóða. Avleiðingin av, at Evropeiski Mannarættardómstólurin í 2009 forbjóðaði kristnum súmbolum í skúlastovum, kann vera, at norðurlendsku fløggini enda fyri Mannarættardómstólinum.

Hetta halda 37 ymiskir professarar í løgfrøði, sum hava skrivað álit til kærurættin í Haag. Teir halda, at forboðið móti kristnu súmbolunum kann raka norðurlendsku tjóðarfløggini. Tí ein avleiðing av dóminum um at forbjóða religiøsum súmbolum í skúlastovum má vera, at øll religiøs súmbol í almenna rúminum skulu útruddast.

Hetta kann raka 17 ymisk evropeisk fløgg, harundir tey norðurlendsku krossfløggini.

Tjóðarfløgg norðurlanda

rætta

Tjóðarfløgg norðurlanda (sjálvstýrandi øki við krossmerki)

rætta

Onnur norðurlendsk fløgg krossmerkinum

rætta

Nøkur av fløggunum eru søgulig ella hava ikki vunnið almenna viðurkenning, sostatt er talan um avmarkaða nýtslu.

Danmark

rætta

Finnland

rætta

Ísland

rætta

Svøríki

rætta

Norðurlendsk krossmerkið hjá Týsklandi

rætta

Norðurlendsk fløgg í Týsklandi vóru søguliga nýtt fyri at vísa til norðurlendskan uppruna. Norðurlendsku fløggsniðini hjá Týsklandi vóru lík teimum hjá Danmark, Svøríki, og Noregi. Tjóðarfløgg vóru í uppskoti til Týsklands tjóðarflagg bæði í 1919 og 1948, eftir fyrra og seinna heimsbardaga. Í dag er norðurlendski krossurin á summum býar og økisfløggum.

Fløgg frá øðrum londum, sum vísa Norðurlendska krossin ella líknandi snið

rætta

Norðurlendsk fløgg uttan norðurlendska krossin

rætta

Keldur

rætta
  1. "Kunstavisen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2008-10-02. https://web.archive.org/web/20081002112217/http://www.netgallery.dk/kunstavisen/artikler/artikel_2001_09_1.asp. Heintað 2007-07-16. 
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-29. https://web.archive.org/web/20070629165242/http://www.handelskammaren.net/item.aspx?id=411. Heintað 2007-07-16. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið