Suðuroyar
Suðuroyggjar ella Hebridurnar eru tveir oyggjabólkar vestanfyri Skotland. Í Suðuroyum er størsti býurin Stornoway. Oyggjarnar vóru einaferð undir norskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.
SøgaEdit
Hetland, Orknoyggjar og Hebridurnar ella Suðuroyar, sum norðbúgvar kallaðu tær, vóru í gomlum døgum í tí norska ríkinum eins og Føroyar, Grønland og Ísland. Landið kom undir Skotlands kong, tá ið Kristian 1. var kongur í Danmark-Noregi. Hann setti oyggjarnar í veð til kongin av Skotlandi fyri heimanfylgju, sum dóttir hansara, sum var gift skotska konginum, skuldi hava. Veðið var ongantíð loyst. Seinni kom Hetland, saman við Skotlandi, undir kongin av Onglandi.
LandafrøðiEdit
- Innaru Suðuroyggjar eru nærri landi. Tær eru fleiri størri og smærri oyggjar spjaddar suður við skotsku vesturstrondini suður móti Írlandi. Tær fevna um Skye, Mull, Islay, Jura, Staff og fleiri smáar oyggjar.
- Ytru Suðuroyggjar eru longri úr landi. Tær eru fleiri oyggjar, ið mest liggja enda í enda suður og norð á 7 stigum vestur (tað er beint áraka Føroyar, bara einar 500 km. sunnari. Tær fevna um norðan ífrá: Lewis og Harris, sum í grundini eru ein oyggj. Sunnanfyri eitt sund eru síðani Berneray, North Uist, Benbecula, South Uist og Eriskay, ið allar eru sambundar við byrgingum. Sunnanfyri Barrasund er oyggin Barra, og einar 40 fjórðingar vestur úr North Uist er St. Kilda.
SamfelagEdit
MálEdit
Gæliskt er móðurmál hjá stórum parti av fólkinum á ytru Hebridunum, og gæliskt er lærugrein í skúlanum. Undirvísingin fer tó mest fram á enskum. Fólkið, sum fyrr talaði norrønt mál, talar nú enskt.
ÁtrúnaðurEdit
Norðari helmingur av Hebridunum er fyri tað mesta protestantiskur, syðri helmingur fyri tað mesta katólskur. Norðurendin á South Uist og Benbecula er blandingsøki, har summi eru protestantar, onnur katolikkar.