Kappróðrarbátur
Kappróðrarbátur er bátur til at rógva kapp við. Nøvnini á kappróðrarbáti eru mong. Sí t.d. Orð um borð[deyð leinkja] á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Bólkaðir eftir stødd
rættaTað eru fleiri sløg av kappróðrarbátum. Í Føroyum er træbáturin ikki broyttur so nógv síðan Víkingatíðina. Tó eru smávegis broytingar. Ein kappróðrarbátur skal vera lættur og smidligur, so hann kann rógva so skjótt sum gjørligt, fyri at vinna. Bátar sum skulu brúkast til útróður eru ikki smíðaðir til at verða skjótir, og eru tí ikki heilt meinlíkir kappróðrarbátunum. Kappróðrarbátarnir verða bólkaðir eftir stødd:
- 5-mannafør eru 21 føtur long (danskar/norskar føtur, 1 fótur er 31,5 cm)
- 6-mannafør eru 22 føtur long
- 8-mannafør eru 24 føtur long
- 10-mannafør eru 26 føtur long
Í Føroyum er 5-mannafarið tann kappróðrarbáturin sum verður mest brúktur. Seinastu árini hevur barnaróður í 5-mannaførum verið fastur táttur á stevnunum, børnini eru í aldrinum 12-14 ár, rógvarin skal fylla millum 12 og 14 ár tað álmanakkaárið, sum róð verður, tó skal róðursmaðurin vera í minsta lagi 18 ár. Umframt børn rógva eisini gentur, dreingir og kvinnur í 5-mannaførum, hvørt kyni fyri seg. Gentur og dreingir eru í aldrinum 14-18 ár. Kvinnurnar eru yvir 18 ár. Í 6-mannaførum rógva menn fyri seg og kvinnur fyri seg. Tó kann róðursmaðurin vera av hinum kyninum. 8-mannafarsróðurin og 10-mannafarsróðurin er bert fyri menn. Ein róðursmaður er í hvørjum báti. Annars sita róðurfólkini lið um lið á bekkunum, tvey á hvørjum bekki. 6 persónar rógva í 5-mannaførunum og í 6-mannaførunum. 8 mans rógva í 8-mannaførunum og 10 mans rógva í 10-mannførunum.
Myndir
rætta-
Kappróður á Jóansøku 2009.
-
Vestmenningur, 10-mannafar.
-
Stevnið á Smyrli hjá Vágs Kappróðrarfelag
-
Erla Kongsdóttir, 5-mannafar hjá ÍF Kappróðri
-
Árnfirðingur, 8-mannafar hjá Árnafjarðar Róðrarfelag
-
Blikur, 5-mannafar hjá Argja Róðrarfelag
-
Falkur hjá Hósvíkar Róðrarfelag
-
Spógvin, 5-mannafar hjá Róðrarfelagnum NSÍ
-
Junkarin hjá Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag
Keldur
rætta