Royndin Fríða, 5-mannafar

Royndin Fríða er føroyskur kappróðrarbátur úr Vági. Báturin sum verður brúktur nú varð smíðaður í 2004 av Sámal Hansen, bátabyggjara. Vágs Kappróðrarfelag eigur bátin. Áðrenn hesin báturin varð tikin í brúk var ein annar bátur við sama navnið, tann Royndin Fríða hevði Kaj Hammer, bátabyggjari, smíðað í 1998. Aðrir kappróðrarbátar við navninum Royndin Fríða hava eisini verði áðrenn tað [1].

Royndin Fríða við dreingjamanningini beint eftir at teir vunnu jóansøkuróðurin 2010 í Vági.

Føroyameistaraheitið

rætta

Royndin Fríða dreingir vunnu føroyameistaraheitið í 1994 [2].

Myndir

rætta

Keldur

rætta
  1. Facebook.com, Vágs Kappróðrarfelag
  2. "RSF.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720202732/http://www.rsf.fo/F%C3%B8roya_Meistarar.html. Heintað 2010-11-22. 

Útvortis ávísingar

rætta