Smyril, 6-mannafar
Smyril er kappróðrarbátur úr Vági, 6-mannafar. Róðrarfelagið Vágs Kappróðrarfelag eigur bátin. Felagið hevur átt fleiri bátar sum hava havt navnið Smyril, hesin sum sæst á myndini og verður brúktur í løtuni varð smíðaður í 2003 av Sámal Hansen, bátabyggjara. Smyril hevur vunnið føroyameistaraheitið tríggjar ferðir.[1]
Smyril Føroyameistari
rætta- 1982 - 6-mannafør kvinnur
- 2002 - 6-mannafør menn
- 2003 - 6-mannafør menn
- 2020 - 6-mannafør menn
Teir sum róu við Smyrli í 2002 og 2003, tá hann bleiv føroyameistarir vóru hesir: Johan Sofus Müler, Niels Pauli Beck, Napoleon Danberg, Sonhard Dalfoss, Finnbogi Magnussen, Vermund Vestergaard og Mortan Ovi Mortensen.
Sangur til Vágs Kappróðrarfelag
rættaÍ samband við at Smyril vann FM í 2002 yrkti Niels Petur Nolsøe úr Vági yrkingina Sigurskvæði til VKR. Seinni smíðaði Hans Jacob Hjelm lag til og upptøka varð gjørd, har Hans Jacob Hjelm syngur. Á Vestanstevnu 2003 varð sangurin fyrstu ferð spældur í Útvarpi Føroya.[2]
Niðurlagið ljóðar soleiðis:
Tann báturin sum vann, hvønn lit hevði hann
Jú, svarta rim og remma, enn stimbur vísa kann
So eyðkendur hann er og stavnin reystan ber
Ein fragd er fyri eyga, ein sjón sum hendan her.[3]
Myndir
rætta-
Smyril á jóansøku 2011.
-
Smyril, sum Sámal Hansen smíðaði í 2003.
Keldur
rætta- ↑ Facebook.com, Vágs Kappróðrarfelag.
- ↑ Vermund Vestergaard, sum var ein av rógvarunum við Smyrli 2002 og 2003.
- ↑ Sangurin "Sigurskvæðið til VKR"