Preăh Réachéanachâk Kâmpŭchéa
Flagg Kongsríki Kambodja
(Flagg Kongsríki Kambodja)
Skjaldarmerki Kongsríki Kambodja
(Skjaldarmerki Kongsríki Kambodja)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: "Nokor Reach"
Alment mál Khmerskt
Høvuðsstaður Phnom Penh
Kongur Norodom Sihamoni
Forsætisráðharri Hun Manet
Fullveldi 9. november 1953
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
181,035 km²
2.5 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
15,205,539
81.8/km²
Gjaldoyra Riel (KHR)
Tíðarøki UTC +7
Økisnavn á alnetinum .kh
Telefonkota +855

Kongsríki Kambodja (khmerskt ព្រះរាជាណាចក្រកម្ពុជា) er eitt land í Landsynningsásia. Kambodja var franskt hjáveldi fram til 1953, tá ið tað gjørdist sjálvstøðugt. Frá 1975 til 1979 beindu Pol Pot og Reyðu Khmerarnir fyri umleið 2 milliónum av sínum egna fólki, umleið fjórðinginum av fólkinum. Pol Pot megnaði hesi ár at drepa øll tey, sum høvdu útbúgvingar og vóru væl fyri í samfelagnum. Eisini tey, ið vóru kristin, buddistar ella dýrkaðu aðrar gudar, vórðu myrd. Pol Pot hevði sum mál at venda aftur til ár 0 og so byggja landið upp av nýggjum. Vietnamesar róku Reyðu Khmerarnar frá í 1979. Landið fekk kongsdømi og fólkaræði í 1993. Fólkið merkir framvegis sviðan av ræðuleikunum frá Pol Pot tíðini. Mestsum øll sum livdu tá, mistu fleiri familjulimir og landið var í skeljasori eftir kríggið.

Í Kambodja búgva nú umleið 15 milliónir, harav umleið 96 % eru buddistar, 2 % muslimar og 1 % kristin. Kambodja er millum fátækastu lond í heiminum. Korruptión er ein stórur trupulleiki í landinum. Serliga tey veiku og fátæku líða undir hesum. Stórur tørvur er á útbúgving og heilsuhjálp. Uml. 23 % av fólkinum eru analfabetar. Nógvar familjur hava tað trupult vegna alkoholismu og harðskap. Hetta gongur serliga hart út yvir kvinnurnar og børnini.

Í 600 ár var stóri tempulstaðurin Ankor Vat fjaldur í regnskóginum norðan fyri Tonle Sapvatn í Norðurkambodja. Khmerkongurin Suryavarman 2. læt hann byggja í 12. øld at æra hindugudin Vishnu. Ankor Wat er stórur meginbygningur, umgyrdur av smærri templum, borgum og ómetaliga stórum virkisgryvjum og vatngoymslum. Ankor Vat var leingi miðdepil í Kkmerríkinum, eitt av sterkastu kongsríkjum í Landsynningsásia, men tá ið tað fall, rýmdi fólkið haðan, og sum tíðin leið, huldi regnskógurin staðin. Hann var ikki funnin aftur fyrr enn í 1860- árunum. Í templinum í Ankor Vat dansaðu hovdansarar átrúnaðarligan dans, ið bygdi á sagnir úr indiskum søgum um Ramayana og Mahabharata. Hesin forni dansur er vakur við ógvuliga føstum stigum og dansilagi. Tað varir mong ár at læra at dansa henda dansin. Dansararnir eru í baldýraðum búna, sum er so trongur, at hann má verða seymaður upp á dansararnar til hvørja sýning.

Fá lond hava verið so hart roynd sum Kambodja. Í 1970 varð tað drigið upp í kríggið í grannalandinum Vjetnam. Landsins leiðarar við Pol Pot á odda, ið komu úr teimum Reyðu Khmerunum, framdu tá hópmorð móti sínum egna fólki. Frá 1975 til 1979 ráddu Reyðu Khemerarnir við Pol Pot á odda; hetta var kollveltingarherur, sum drap fleiri enn eina millión kambodjanar. Omanfyri tvær milliónir fólk lótu lív undir kommunistiska stýrinum frá 1975 til 1979 og teirra Killing Fields-politikki. Mong vórðu tikin av døgum, onnur doyðu í hungri ella undir tvingsilsarbeiði. Í 1979 gjørdi Vjetnam innrás í Kambodja at reka Pol Pot frá, og borgarakríggj brast á í landinum. Tað vardi til 1991. Drúgvu kríggini í Kambodja hava verið ræðulig og hava komið landinum í eina syndarliga støðu. Vega- og jarnbreytarkervið er oyðilagt, og ídnaður er næstan eingin. Um 3 mió. minur liggja enn niðurgrivnar um alt landið. Hóast roynt verður at rudda tær burtur, varnast mong ikki minurnar, fyrr enn onkur traðkar á tær. Eini 20.000 fólk eru vorðin lamløstað av minum.

Tailand og Kambodja berjast um, hvat teirra hevur rætt til eitt 900 ára gamalt tempul, sum er uppi á einum fjallatindi við markið. Í 1962 kom altjóða dómstólurin til ta niðurstøðu, at Kambodja hevur rætt til templið, men dómstólurin kundi ikki taka støðu til, hvat av londunum hevur rætt til økið rundan um templið.

Búskapur

rætta

Kambodja er eitt av fátækastu londunum í Suðurásia. Áleið 35 prosent av íbúgvunum í landinum liva undir fátækramarkinum og livialdurin er millum teir lægstu har um leiðir. Fiskiskapur hevur stóran týdning í Kambodia. Inntøkan hjá yvir 60 prosent av íbúgvunum í landinum er beinleiðis ella óbeinleiðis tengd at fiskiskapi, og 80 prosent av proteininntakinum hjá fólkinum kemur frá fiski. Fiskiskapurin er hóttur nógvastaðni orsakað av ovfisking, vantandi ásetingum og vantandi stýring. Hesi viðurskifti hava økt fátækdømi í teimum økjunum, har fólk í høvuðsheitum liva av fiskiskapi. Stjórnin í Kambodja hevur sett tiltøk í verk fyri at bøta um støðuna og sum liður í hesum vóru fiskirættindi løgd út til lokalsamfeløgini at umsita í 2001. Ein fortreyt fyri at hetta skal hepnast er samstarv, bæði millum lokalar og sentralar myndugleikar, og eisini á lokalum stigi – t.e. millum ymsu brúkarnar av økjunum.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið