Kærleikskúlan
Kærleikskúlan er jólaprýði, sum Dugni letur gera til jóla hvørt ár. Tað eru skiftandi føroysk listafólk, sum prýða kúluna, sum verður seld í avmarkaðari nøgd. Súmbolskt verður kúlan ognað onkrum, sum hevur serligan heiður uppibornan fyri arbeiði á handikapppolitiska økinum. Allur ágóði av søluni fer til mennandi virksemi hjá Dugna.
Kladda til hetta kemur frá íslandska stóvninum Styrktarfélag lamaðra og fatlaðra, sum byrjaði at gera kúlur í 2003.[1]
Kærleikskúlurnar
rætta- 2009 - Alheimsins høv - Tróndur Paturson, listamaður, hevur prýtt kúluna. Í kúluni er vatn og á henni eru hvalir. Handað fyritøkuni Kemilux fyri at sýna sosiala ábyrgd og seta fólk í starv við skerdum førleika.[2]
- 2010 - Kærleikans bond - Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, hevur prýtt kúluna. Kúlan er prýtt við einum einglin eini dúgv og eini lilju. Snorri Brend, blaðmaður, fekk fyrsa eintakið fyri jaligu blaðgreinar sínar um fólk við breki í Sosialinum og fyri at megna at lýst førleikar og styrkir hjá fólki við breki sum eitt tilfeingi í samfelagnum.[3]
- 2011 - Kærleikskúlan - Hansina Iversen, listakvinna, hevur prýtt kúluna, sum er prýtt við við reyðum. Kúlan varð handað fyritøkuni Munin fyri góðan vilja og ídni at rúma fólki, ið bera brek. Munin er ein virðilig fyrimynd, tí hon vísir, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið.[4]
- 2012 - Kærleiki er eins og Sólin - Zacharias Heinesen, listamaður, hevur prýtt kúluna. Ognað Leilu Solmunde - posthumt - fyri ta lívsjáttandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum í 8 ár og sat í stýrinum hjá Dugna í 8 ár, í báðum førum til hon andaðist 10. mars í ár. Mourits Simonsen, maður Leilu, tók móti Kærleikskúluni 2012.[5]
- 2013 - Men størstur er kærleikin - Edward Fuglø, listamaður, hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2013. Á Kærleikskúluni eru egg, ein kærleikans frukt og í kúluni er ein hvítur fjøður - kanska úr Amor's veingjum. Fyrstu tvey eintøkini av Kærleikskúluni 2013 vórðu handað Brennistøðini á Hjalla og IRF.[6]
- 2014 - Móðirkærleiki - Astrid Andreasen, listakvinna, hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2014. Á kúluni eru lundar við lundapisum. Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2014 varð handað Anne-Karin Kjeld, forkvinnu í Felagnum fyri lesi- og skriviveik, kærleikskúlan varð handað henni sum takk fyri hennara ótroyttiliga og áhaldandi arbeiði at hjálpa og stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar.[7]
- 2015 - Vinalag er kærleiki - Astri Luihn, listakvinna, hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2015. Kúlan hevur ein ring av lomvigum sitandi á eini rók, runt um kúluna. Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2015 varð handað felagnum Smyril Line fyri at vera fyrsta ferðaskrivstovan uttanlands, sum er við í samstarvinum um Fylgjarakortið.[8][9]
- 2016 - Hjálpsemi er kærleiki - Eyðun av Reyni, listamaður, hevur sniðgivið og signerað føroysku Kærleikskúluna 2016. Á kúluni eru litblokkar í reyðum, bláum og grønum. Margretha Næs fekk fyrstu kærleikskúluna og varð heiðrað fyri sítt arbeiði við at bera so í bandi, at blindir og sjónveikir føroyingar fingu møguleika at hoyra ljóðbøkur á teirra móðurmáli, hetta arbeiði byrjaði hon í 1980-árunum.[10]
- 2017 - Stóri kosmiski alheimur - Guðrið Poulsen, listakvinna, hevur sniðgivið kærleikskúluna 2017. Kúlan er prýtt við glasstrukturum inni í kúluni. Herbergið fekk fyrstu kúluna, fyri tað arbeiði tey gera fyri tey heimleysu.[11]
- 2018 - Hommage à Fiskurin - Ole Wich, listamaður, hevur sniðgivið kærleikskúluna 2018. Tað eru tríggjar gull litir toskar inni í kúluni og teksturin Hommage à Fiskurin er skriva á kúluna. Maibritt við Strond fekk fyrstu kúluna, fyri hennara arbeiði við næmingum við avbjóðingum.[12]
- 2019 - Kærleikskúlan - Rannvá Kunoy, listakvinna,hevur sniðgivið kærleikskúluna 2019. Kúlan er prýtt við pigmentum í grønum og lillum tónum, eisini eru brotpartar av málningalistini hjá henni stempla á kúluna. Felagi P/F Poul Hansen fekk fyrstu kærleikskúluna, vegna tarra samstarv við Dugna.[13]
- 2020 - Fevna - Eli Smith, listamaður, hevur sniðgivið kærleikskúluna 2020. Kúlan er prýtt við eini mynd av einum spógva og í kúluni er grót. Fyrsta kúlan var givin Ruth Thomsen, ráðgevi í Sjóndeplinum og forkvinna í Blindafelagnum.[14]
- 2021 - Skerpingur - Jóna Rasmussen, listakvinna, hevur sniðgivið kærleikskúluna 2021. Kúlan er prýtt við svørtum linjum, ið krossast um kúluna. Fyrsta kúlan var givin Doris Hansen, fyri hennara arbeiði við at betra um umstøður hjá málbólkinum hjá Dugna.[15]
- 2022 - Tokkabragd - Bárður Jákupsson, listamaður, hevur sniðgivið kærleikskúluna 2022. Á kúluni er mynda ein lógv og ein sólja, í kúluni er eitt petti av svartari ull. Fyrsta kærleikskúlan var givin kvinnihúsiðnum, fyri tarra arbeiði ímóti harskapi og hjálp til tey sálarliga útsettu.[16]
- 2023 - Friðardúgvan - Súsan í Jákupsstovu, listakvinna, hevur sniðgivið og signerað Kærleikskúluna 2023. Kúlan er prýtt við einari bládúgv. Tann fyrsta kúlan var givin Sclerosufelagiðnum, fyri tarra arbeiði við at hjálpa tey sum hava sclerosu.[17]
Keldur
rætta- ↑ https://www.slf.is/is/in-english/the-globe-of-goodwill
- ↑ https://dugni.fo/2009
- ↑ https://dugni.fo/2010
- ↑ https://dugni.fo/2011
- ↑ https://dugni.fo/2012
- ↑ https://dugni.fo/2013
- ↑ https://dugni.fo/2014
- ↑ "Astri Luihn hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2015". Dugni. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-02-09. https://web.archive.org/web/20170209092327/http://dugni.fo/?p=82&l=fo. Heintað 23. november 2016.
- ↑ https://dugni.fo/2015
- ↑ https://dugni.fo/2016
- ↑ https://dugni.fo/2017
- ↑ https://dugni.fo/2018
- ↑ https://dugni.fo/2019
- ↑ https://dugni.fo/2020
- ↑ https://dugni.fo/2021
- ↑ https://dugni.fo/2022
- ↑ https://dugni.fo/2023