Hansina Iversen

føroysk listakvinna

Hansina Iversen (fødd 6. september 1966) er ein føroysk listakvinna. Hon málar litríkar málningar, hon arbeiðir nonfigurativt og granskar tað abstrakta.[1] Hansina hevur havt framsýningar bæði í Føroyum og øðrum londum, eitt nú í Keypmannahavn í Danmark og í Helsinki í Finlandi.[2] Nakrir av hennara málningum hanga fast umborð á Smyrli. Hansina kemur frá einari listariligari familju. Abbi hennara var William Smith og abbasystir hennara var kenda listakvinnan úr Vági Ruth Smith. Í samband við 100 føðingardagin hjá Ruth Smith, varð Hansina boðin suður til Vágs at hava listaframsýning har, meðan Ruth Smith fagnaðurin var.[3] Hansina er útbúgvin innan list í Íslandi og Finlandi.

Hansina Iversen í 2013.

Fyri sínar eyðsýndu listarligu gávur og tey mongu listaverkini, hon hevur evnað til hegnisliga, fekk Hansina Iversen Mentanarvirðisløn landsins 2022.[4]

Egnar framsýningar rætta

  • 1994 - The Academy, Høvuðsbygningurin, Helsinki
  • 1994 - The Academy Gallery, Helsinki 1994
  • 1995 - Føroyahúsið, Keypmannahavn 1995
  • 1996 - Finskur/Svenskur Mentanardepil, Hanasaari, Finland
  • 1998, 2003 - Listasavn Føroya, Tórshavn, Føroyar
  • 2001 - Kongaliga Bókasavnið, Listadeildin, Keypmannahavn
  • 2009, 2011 - Listahøllin á Skipasmiðjuni, Heystframsýningin, Tórshavn[5][6]
  • 2011 - Steinprent á Skálatrøð, Tórshavn
  • 2013 - Gallarí Stephanssonshús, Tórshavn[1]
  • 2013 - Framtíðin, Musikkskúlin í Vági, Føroyar

Bókaútgávur um Hansinu Iversen rætta

Útbúgvingar rætta

  • 1989-93 - The Icelandic College of fine Art and Design, málningalist
  • 1993-94 Academy of fine Art Helsinki, Postgraduate Studies
  • 1994-97 Academy of fine Art Helsinki

Slóðir úteftir rætta

Keldutilfar rætta

  1. 1.0 1.1 Hansina Iversen - Appilsingult, listinblog.blogspot.dk
  2. Hansina Iversen, bryggenart.com
  3. "Føroysk kolorisma. Um myndirnar hjá Ruth Smith og Hansinu Iversen.". 2013-06-30. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-06-30. http://archive.today/mTHZJ. 
  4. Hansina Iversen fekk Mentanarvirðisløn landsins 2022, vp.fo, 22. februar 2023
  5. "Fimta Heystframsýningin letur upp — aktuelt.fo". 24. september 2009. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-01. http://archive.today/yilRy. 
  6. "Við heystinum kemur Heystframsýningin — planet.fo". 11. oktober 2011. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-07-01. http://archive.today/VewO8. 
  7. Hansina Iversen – Undurfullur ræðuleiki, listinblog.blogspot.dk
  8. Winthereig.blogspot.dk