Jákup Zachariassen
Jákup Zachariassen (føddur 16. desember 1965) er ein føroyskur sangskrivari, tónleikari og framleiðari. Hann er uppvaksin í Gøtu og í Hvalba, men búsettist sum vaksin í Havn. Hann hevur samstarva bæði við føroyskar sangarar og útlendskar. Eitt nú kann nevnast, at hann hevur skrivað tey flestu av løgunum á fløguni Hallur with Stars and Legends hjá føroyska country sangaranum Halluri Joensen, har fleiri útlendskir country sangarar syngja saman við Halluri. Jákup spælir ymisk ljóðføri og framleiðir eisini tónleik. Hann hevur spælt ljóðføri, eitt nú á steel guitar og dobro á plátum hjá Alex Bærendsen, sum komu út í 2001 og 2003.[1]
Tónleikaútgávur
rættaJákup Zachariassen hevur spælt á ymisk ljóðføri, skrivað løg og tekstir til sangir á tónleikaútgávur hjá føroyskum tónleikabólkum og sangarum:
- 2000 - My Home Town við Alex Bærendsen - Jákup Zachariassen komponeraði okkurt lag[2]
- 2001 - Proud Mary við Alex Bærendsen - Jákup Zachariassen spældi Dobro
- 2003 - My Favourits við Alex Bærendsen - Jákup Zachariassen spældi Dobro og steel guitar
- 2004 - Havsglóð við Knút Háberg Eysturstein Pedal Steel, Pedal Steel Guitar
- 2005 - Place to Stand On við Deja Vu - Jákup spældi steel guitar
- 2006 - Sky is our Home við Marius - Jákup spældi pedal og steel guitar
- 2007 - Hope við Jens Lisberg - Jákup spældi dobro, guitar, steelguitar og framleiddi
- 2008 - Hallur Joensen - Pickin' time in Nashville, Jákup framleiddi fløguna[3]
- 2008 - Her er løtan við tónleikabólkinum 4. Jákup skriavði lagið til sangin "Her er løtan", sum Martin Joensen gjørdi lagið til.
- 2011 - Faroe Islands við Russ Taff - Skrivaði løg, var tekstskrivari, spældi á dobro, ebo, guitar, guitar (akkustiskan), guitar (elektriskan), guitar (steel), keyboards, mandolin, Engineer, Executive framleiðari, framleiðari, Slide Guitar, Soloist, Weissenborn
- 2011 - Enn stendur hurð mín opin við Hallur Joensen, Jákup gjørdi fleiri av løgunum og skrivaði eisini tekstir til nakrar av sangunum. Jákup framleiddi allir sangirnir
- 2012 - Kristina við Kristinu Bærendsen - Jákup Zachariassen framleiddi fløguna og spældi guitar, steel guitar, dobro og keyboard. Hann skrivaði lag til helvtuna av sangunum.
- 2012 - Jólini ljóma við Hjalta Bogasyni, Jákup stóð fyri upptøkunum av sanginum og legði fløguna til rættis í samstarvi við Boga Godtfred.[4]
- 2013 - Hallur with Stars and Legends við Hallur Joensen, Jákup gjørdi fleiri av løgunum og skrivaði eisini tekstir til nakrar av sangunum.
- 2013 - Make This Life a Dance, staklag við Evi Tausen,[5] Jákup Zachariassen og Lena Anderssen skrivaðu sangin. Nr. 1 á country-hittlistum í Svøríki, Írlandi og Niðurlondum í januar 2014.
- 2014 - Nothing's here to stay við Kristinu Bærendsen - Jákup framleiddi fløguna og spældi guitar, steel guitar og dobro. Hann skrivaði lag til helvtuna av sangunum.
- 2015 - Lívið er ein lítil løta við Hallur Joensen - Jákup Zachariassen framleiddi fløguna og skrivaði lag til 8 sangir. Hann spælir eisini dobro og akkustiskan guitar.
- 2015 - Cosy cowboy við Hallur Joensen - ensk útgáva av Lívið er ein lítil løta.
Heiður
rætta- Ársins átak 2011
- Ársins sangur á Faroese Music Awards 2016 - "Lívið er ein lítil løta"
Keldur
rætta- ↑ CDuniverse.com
- ↑ Allmusic.com
- ↑ Phoenix-forums.biz[deyð leinkja]
- ↑ "Planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-12-26. https://web.archive.org/web/20121226192614/http://planet.fo/grein/hjalti_bogason_vid_nyggjari_jolaflogu. Heintað 2013-06-10.
- ↑ [http://www.amazon.com/Make-This-Life-a-Dance/dp/B00FLYKLXQ Amazon.com, Make This Life a Dance Evi Tausen]