Evi Tommysdóttir Tausen (fødd í juni 1981) er føroysk sangarinna og guitarleikari, hon syngur countrytónleik. Kunstnaranavnið hjá henni er tað sama sum føðinavnið tó uttan millumnavnið: Evi Tausen. Evi er vaksin upp í Froðba og Kastrup í Danmark. Hon hevur eisini búð í Danmark. Evi gav út stakfløgu við tveimum løgum í 2010. Upptøkurnar til stakfløguna eru gjørdar í Kris-Stuff Studio í Hoyvík, tað var Jákup Zachariasen sum stóð fyri upptøkunum og legði sangirnar til rættis. Pætur við Keldu og Heiðrun Petersen spæla eisini við á øðrum sanginum, har Pætur somuleiðis leggur rødd til.[1] Í 2011 gav Evi út enn eina fløgu, men hesaferð eina heila CD, sum ikki er stakfløga. Heitið á fløguni er: "Evi - Wishing Well", hon kom út í november 2011. Fløðan er innspæld í Nashville, har hon hevur samstarva við fleiri amerikanskar sangskrivarar, m.a. við Brent Mason, sum hevur vunnið CMA-Award sum ársins tónleikari tvær ferðir og tólv ferðir hevur hann vunnið Academy of Country Music Guitarist of the Year Award.[2] Evi hevur framført á festivalum í Føroyum, eitt nú á Summarfestivalinum[3] og á Country Festivalinum í Sørvági í 2012.[4] Í januar 2013 lá sangurin "Oh, How I Miss You Tonight" sum Evi syngur saman við Jim Ed Brown, á einum fimtaplássi á Pan-European TOP-100 Radio Chart, sum er hittlistin hjá European Country Music Association (ECMA) .

Evi Tausen í 2013

Útgávur

rætta
  • 2015 - Make Life A Dance, CD[5]
  • 2013 - Make This Life a Dance, staklag,[6] Jákup Zachariassen og Lena Anderssen skrivaðu sangin. Nr. 1 á country-hittlistum í Svøríki, Írlandi og Niðurlondum
  • 2011 - Evi - Wishing Well, CD
  • 2010 - How´s the world treating you, inniheldur eisini sangin He´ll have to go, stakfløga við tveimum løgum.

Heiðurslønir og tilnevningar

rætta
  • 2013 - Vann írska tónleikaheiðursløn International Artist of the Year hjá Irish Country Sound, sum blaðið Farmers Journal skipaði fyri.[7] (Vann)[8] Heiðurslønir til tónleikarar vóru handaðar á Hudson Bay Hotel á einari hátíðarløtu - The 2nd annual Country Sound Entertainment Awards (Farmers Journal).[9][10]
  • 2012 - Vann heiðursløn frá ICMA Awards Fan Voting í bólkinum "Best International Country Artist". Umframt at vera tilnevnd í bólkinum, sum hon vann, var hon eisini tilnevnd í bólkinum "Country Vocal Event of the Year" við sanginum "Oh How I Miss You Tonight", sum hon sang saman við Jim Ed Brown.[11] Hon gjørdist nummar tvey í tí bólkinum. ICMA stendur fyri Independent Country Music Association.
  • 2012 - Tilnevnd Planet Awards 2012 í bólkinum Ársins songkvinna (vann ikki)[12]
  • 2012 - Evi varð vald til Artist of the Month á heimasíðuni keepitcountryradioshow.co.uk/ í februar 2012.[13]

Keldur

rætta
  1. Country4You.com, Evi gir oss herlig Country Music fra Færøyene
  2. "BrentMason.com". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-19. https://web.archive.org/web/20120919193258/http://brentmason.com/bio3.html. Heintað 2011-11-15. 
  3. "Guitaren.dk, Evi med nye Nashville toner.". http://www.guitaren.dk/artikel.asp?id=2143#.Ty5z1Fw9V2A. Heintað 2012-02-05. 
  4. Birkblog.blogspot.com, Blues og Country í Sørvági
  5. Jensen, Eyðfinn (20 December 2015). "Kvørnin: "Make Life A Dance" við Evi Tausen" (in Faroese). Kringvarp Føroya. http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/12/20/kvrnin-make-life-dance-vi-evi-tausen. Heintað 30 December 2015. 
  6. [http://www.amazon.com/Make-This-Life-a-Dance/dp/B00FLYKLXQ Amazon.com, Make This Life a Dance Evi Tausen]
  7. Planet.fo Archived 2013-02-21 at the Wayback Machine Evi í uppskoti til írska virðisløn
  8. Planet.fo Archived 2013-03-07 at the Wayback Machine Evi skrivar søgu í Írlandi
  9. Plakat á Facebook síðuni hjá Irish Country Sound
  10. Plakat av Evi "Blue Radio" á Facebook síðuni hjá Irish Country Sound
  11. "Planet.fo, Evi vann heiðursløn". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-06-18. https://web.archive.org/web/20120618063709/http://planet.fo/grein/evi_vann_heidurslon. Heintað 2012-06-18. 
  12. Planet.fo Archived 2013-12-03 at the Wayback Machine Hesi eru tilnevnd til Planet Awards 2012
  13. "Keepitcountryradioshow.co.uk, The Official Stephen Doherty Website". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-05-18. https://web.archive.org/web/20130518084753/http://keepitcountryradioshow.co.uk/. Heintað 2012-02-05. 

Slóðir úteftir

rætta