Altjóða kjarnorkustovnurin (stytt IAEA) er ein altjóða kjarnorkustovnur undir ST. Stovnurin arbeiðir í samstarvi við limalond og samstarvsfelagar kring heimin fyri at menna og tryggja kjarnorkutøkni og fyri at tryggja, at kjarnorka ikki verður nýtt til hernaðalig endamál [1]. IAEA varð sett á stovn sum "Kjarnorka fyri Friði" í 1957. Felagsskapurin fekk eina heldur harða byrjan, tí stríðið millum heimsveldini USA og Sovjet var hart. Men eftir Kuba-kreppuna í 1962 byrjaðu stórveldini at samstarva, og IAEA kom veruliga ígongd. Seinastu árini hevur stovnurin verið nógv frammi, serliga í samband við eftirliti av Iran og Norðurkorea.

Limalondini.

Millumtjóða sáttmáli er gjørdur, sum bannar spjaðing av kjarnorkuvápnum. Sáttmálin staðfestir, at heimurin ikki skal hava fleiri lond við kjarnorkuvápnum, og at IAEA hevur loyvi at kanna førleikarnar í sáttmálalondunum. Pakistan, India og Ísrael hava higartil noktað at skriva undir sáttmálan, helst tí hesi londini hava kjarnorkuvápn. Norðurkorea var partur av sáttmálanum, men tók seg síðan burturúr í 1993, tá landið varð ákært fyri at menna kjarnorkuvápn [2]. Norðurkorea, India og Pakistan hava víst á, at býtið millum lond, sum hava, og lond, sum ikki hava kjarnorkuvápn, ger at londini, sum hava kjarnorkuvápn, standa í eini hernaðarligari nógv sterkari støðu. Orrustan við Iran, snýr seg um sama grundleggjandi spurning, nevniliga rættin til at hava kjarnorkuvápn. Iranska stjórnin hevur fleiri ferðir víst á, at landið liggur í einum øki við trimum kjarnrokulondum, Ísrael, Pakistan og India og tí eisini metir seg hava rætt til at menna hesi vápn, sum ein part av iransku verjuni.

IAEA arbeiðir í stóran mun við vitanarspjaðing á kjarnorkuøkinum, soleiðis at kjarnorka, sum orkuveitandi kelda verður ment og brúkt best møguligt [3]. 2200 serfrøðingar eru knýttir at stovninum. Aðalmálið við at hjálpa triðjaheimslondum við burðadyggari kjarnorku er at tryggja, at kjarnorkan verður framleidd á skynsaman hátt. Kjarnorka verður av mongum mett at verða einasti veruliga orkukelda, sum kann nøkta tann tørv, sum heimurin hevur. Sagt verður, at orkan kann verða nýtt til at menna menningarlond og lyfta fólk úr fátækradømi, og hon kann eisini vera friðarskapandi, tí nógv kríggj snúgva seg um atgongd til orkukeldur. Harafturat dálkar kjarnorka ikki, um alt gongur eftir ætlan.

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-09-13. https://web.archive.org/web/20160913072821/http://www.fn.no/FN-informasjon/FN-organisasjoner/Det-internasjonale-atomenergibyraaet-IAEA. Heintað 2013-06-30. 
  2. http://www.iaea.org/newscenter/focus/iaeadprk/chrono_pre2002.shtml
  3. http://snl.no/Det_internasjonale_atomenergibyr%C3%A5et
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið