Aðalskrivstovan í ST

Aðalskrivstovan (á enskum United Nations Secretariat) fevnir um øll tey, sum dagliga arbeiða fyri ST kring allan heimin. Á odda fyri umsitingini er Aðalskrivarin. Undir honum eru ráðskrivstovur við hvør sínum varaaðalskrivara. Sløk 9000 fólk starvast á Skrivstovuni, sum hevur høvuðssæti á Manhattan í New York.

Ban Ki-Moon, núverandi ST-aðalskrivari.

Aðalskrivarin hevur ein týðandi leiklut í arbeiðinum hjá ST at fáa frið í lag kring heimin, bæði sum einstaklingur og ígjøgnum tær nevndir og ráð, sum hann setir at kanna ósemjur og finna loysnir [1]. Aðalskrivarin kunnar Trygdarráðið um hóttanir móti altjóða friði, og aðalskrivarin gongur ofta á odda fyri at fáa ST-lond at stuðla uppílegging í stríð [2]. Til dømis heitti aðalskrivarin aftur og aftur á limalondini um at veita hermenn til stríðið í Ruanda í 1994, tó uttan úrslit.

Kappingin um ST aðalskrivarasessin er hørð, og tað hevur víst seg at havt stóran týdning hjá ST-aðalskrivarum at hava góð viðurskifti við USA. Tveir teir fyrstu ST-aðalskrivararnir vóru úr Svøríki og Noregi, men í dag skiftir aðalskrivarasessurin aloftast millum heimspartar [3].

Keldur

rætta
  1. http://snl.no/FNs_generalsekret%C3%A6r
  2. http://www.un.org/sg/sg_role.shtml
  3. http://www.un.org/sg/formersgs.shtml
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið