Altjóða Heilsustovnurin (heilsustovnurin undir ST) (á enskum World Health Organization, ofta stytt WHO) er ein altjóða felagsskapur, sum hevur til endamáls, at tryggja eina altjóða heilsu. Felagskapurin varð settur á stovn tann 7. apríl 1948. Hann hevur høvuðssæti í GenèveSveis.

Flaggið hjá WHO.

Altjóða felagsskapurin roynir á mangan hátt at betra um lívskorini, serliga í teimum londum, ið eru mest tilafturskomin, t.e menningarlond. Felagskapurnin roynir og hevur til endamáls, m.a. at stríðast móti sjúkum og smittukeldum, og í samstarvi við aðrar undirstovnar, til dømis UNICEF og FAO, at skapa betri reinføri, útvega reint vatn og arbeiða fyri matvørumenning.

Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. WHO tekur somu avgerð í 1992 [1].

KeldurRætta

  1. http://www.med.uio.no/klinmed/forskning/sentre/nssf/tidsskrift/2007/nr1/Selle.pdf
Sí miðlasavnið