Lat upp høvuðsmeny

Funnings kommuna var kommuna í Føroyum frá 1948 til og við 2008.

SøgaRætta

Funnings kommuna, sum hon var skipað, varð til í juli 1948, tá Gjógv meldaði seg úr Funnings sóknar kommunu, soleiðis at Funnings kommuna einans umfataði bygdina Funningur.

Eftir vegleiðandi fólkaatkvøðu í Funningi í 2006, har meirilutin av bygdarfólkinum gjørdi av, at um kommunan skuldi leggja saman við aðrari kommunu, skuldi hetta vera við Runavíkar kommunu, fóru partarnir til borðið, og í 2008 varð kunngjørt, at Funnings og Runavíkar kommunur skuldu leggja saman frá 1. januar 2009 at rokna.

BorgarstjórarRætta