Fótbóltssamband Føroya
Fótbóltssamband Føroya ella FSF er ovasta leiðslan innan fótbólt í Føroyum. FSF varð stovnað 13. januar 1979. Áðrenn tað, árini 1942 til 1978 var tað ÍSF ið hevði ábyrgdina av fótbóltinum í Føroyum. FSF er við til at menna føroyskan fótbólt, m.a. við at skipa fyri skeiðum fyri venjarar og dómarar. FSF hevur eisini ábyrgdina fyri føroysku landsliðunum bæði hjá monnum, kvinnum og unglingum. Meistaradeildin hjá monnum byrjaði í 1942. Skipaður kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði í 1985. 2. juli 1988 gjørdist Føroyar limur í FIFA og 18. apríl 1990 gjørdist Føroyar limur í UEFA. Síðan tá hevur Føroyar luttikið í altjóða fótbóltskappingum.
Formenn í Fótbóltssambandi Føroya
rættaTíðarskeið | Formaður |
---|---|
1979-1981 | Christian Olsen |
1981-2002 | Torleif Sigurðsson, Klaksvík |
2002-2004 | Dánjal Andreassen, Leirvík |
2004-2008 | Óli Holm, Vágur |
2008-2010 | Høgni í Stórustovu, Tórshavn |
2010- | Christian Andreasen, Tórshavn |
Aðalskrivarar
rætta- 1995-2009 - Ísak Mikladal, Klaksvík
- 2009- Virgar Hvidbro, Tórshavn[1]
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- ↑ "FSF.fo, Fótbóltssamband Føroya". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-08-12. https://web.archive.org/web/20150812034823/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=34. Heintað 2012-09-30.