Eiðiskollur (fjall)

fjall í Eysturoynni

Eiðiskollur er eitt fjall í Eysturoynni.

Nakrar av toftunum frá øðrum veraldarbardaga.

Eiðiskollur undir Seinna heimsbardaga

rætta

Eftir at bretska hersetingarvaldið 12. apríl 1940 hersetti Føroyar, komu nógvir bretskir hermenn til Føroya. Tá teir vóru flestir, vóru teir eini 8000 í tali – og av teimum búðu um 5000 í Vágum, har teir bygdu sær flogvøll.

Tá bretar fóru at gera flogvøll í Vágum í 1942, var samstundis neyðugt at hava betri eftirlit við ferðsluni, bæði á sjónum og í luftini kring Føroyar. Tí varð neyðugt at byggja fleiri radarstøðir fyri at fylgja við. Ein var bygd á Borðuni, sunnast á Nólsoynni, ein á Eiðiskolli, ein í Mykinesi, ein á Trælanípu í Vágum, ein í Akrabergi í Suðuroy, ein í Søltuvík í Sandoy, ein við Hoyvíkstjørn í Havn og ein var á Vatnsoyrum. Tá støðin á Borðuni var liðug um várið í 1942 var farið undir radarstøðina á Eiðiskolli.

Eiðiskollur er 352 m høgur, so tað var knoss at fáa tilfarið niðan. Umrøtt varð at gera veg niðan á Koll, men henda ætlan varð slept. Í staðin fingu allir eiðismenn arbeiði at bera byggitilfarið niðan. Sandurin varð fyltur í sekkir suðuri á Miðhagasandi (tað er í sjóvarmálanum sunnanfyri bygdina við Ljósá) og ført til Eiðis við báti. Síðani vóru hesir sekkir bornir niðan á Koll. Einir 100 menn arbeiddu við at byggja radarstøðina uppi á Kolli fyri tímansløn. Hvør maður gekk einar 4 ella 5 ferðir um dagin við byrðu niðan á Koll. Tyngsta takið var at fáa teir tveir motorarnar til elveitingina niðan. Teir vórðu settir á sletur og drignir niðan brekkuna við handamegi.

Uppi á Kolli vórðu bygd 3 smá hús. Í einum var hildið vakt og samband við umheimin. Hiðani hiðani fylgdu teir eisini við allari skipaferðsluni norðanfyri. Eitt lítið hús var til motorarnar, og triðja húsið virkaði sum tilhald hjá vaktarmanningini. Ytst á Kollinum, úti á Borgini, var eisini eitt vaktartorn. Her var gott útsýni, bæði vestureftir, norðureftir og eystureftir.

2. desember 1942 varð støðin liðug. Eftir at støðin var liðug, høvdu tveir menn arbeiðið at bera proviant, kol, olju og aðra útgerð niðan.

Óli Egilstrøð, handilsmaður og listamálari á Eiði, f. 1916, sigur í bygdarsøgu síni soleiðis: “Tá ið Føroyar undir seinna veraldarbardaga 13. apríl 1940 vórðu hersettar av bretum, vóru fleiristaðir gjørdar fyrireikingar til at verja oyggjarnar. Bretska sjóverjan og loftverjan ella flogdeildin, Royal Air Force, settu tá eina vaktar- og ávaringarstøð upp her á Kollinum. Her við Stongina (sum er ein klettur miðskeiðis á Kollinum) standa bert toftirnar eftir av húsum teirra. Her stóð ein morsistøð, telegraf- radio- og telefonstøð og motorhús við motorum til el-útgerðina, íbúðarhús og kokkhús til matgerð og matarhøll. Tær rundu toftirnar vórðu kallaðar maskinbyrsureiður. Úti a Borgini var bygt eitt tríhæddað torn, sum teir kallaðu Lighthouse, við sterkum rútum rundanum. Tá onkur undraðist á og spurdi, hví ongantíð sást nakað ljós frá hesum vitatorni, varð bara yppað øksl. Nú aftaná vita vit, at her stóð ein av teimum fyrstu radarum, sum tilevnaðir vóru í Bretlandi. Hetta var tá eitt av størstu loyndarmálum, sum hesir 30-40 ungu R.A.F.-hermenn bóru ábyrgd av. Hesir (tó skiftandi) hermenn komu til Eiðis fyrst í desembur 1941 og fóru av stað aftur um somu tíð í 1943.” (Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu, s. 123f)

36 hermenn frá Royal Air Force vóru knýttir at støðini og høvdu vakt eina viku í senn og búðu annars í bygdini – og komu nógv í samband við bygdarfólkið. Ein genta av Eiði giftist einum kanadiskum hermanni, sum arbeiddi við radarstøðina á Eiðiskolli. Tey búsettust seinni Kanada.

Keldur

rætta


  • Niels Juel Arge: Stríðsárini 1940-45, 4. bind, Forlagið Hvessingur, Tórshavn 1988. (s. 206ff)
  • Óli Egilstrøð: Úr Eiðis søgu, Grunnurin Lækjan, 2004 (s. 123f)